Lívið í havinum
Í øldir hava føroyingar gagnnýtt stóra tilfeingið í sjónum til lívsins uppihald. Við økta fólkatalinum og stórari ídnaðarmenning hava vit lagt størri trýst á havvistskipanirnar. Harafturat koma náttúrligar broytingar, sum eisini ávirka javnvágina, viðhvørt betra vegin, viðhvørt verra. Í nýggjari tíð eru so mannaelvdar broytingar lagstar afturat. Tað liggur á okkum føroyingum at umsita alla veiðu av fugli, hvali og fiski á burðardyggan hátt, so hetta tilfeingið eisini er tøkt til komandi ættarlið. Sum liður í hesi umsiting ger Havstovan regluligar stovnsmetingar av nøkrum djórasløgum fyri at fylgja gongdini. Ein høvuðsuppgáva hjá Havstovuni er at kunna, samskifta og ráðgeva um havið og lívið í havinum.
Í havumhvørvinum eru ymisk føðinet. Saman við hita, vindi, ráki og øðrum fysiskum faktorum mynda tey ymsar vistskipanir, so sum vistskipanina inni á firðum og sundum, á Landgrunninum og á opnum havi. Ein einstáttað vistskipan við fáum luttakarum er viðbreknari mótvegis broytingum í havumhvørvinum enn ein fjøltáttað vistskipan við nógvum luttakarum. Tí er týðandi at ansa eftir, at náttúrliga margfeldið verður varðveitt.
Sambandið ímillum verur, ið eta hvørja aðra, nevnist ofta føðinet. Fyrsti liður í føðinetum er plantuæti, sum nørist við sólarljósi og ólívrunnum kolevni og føðslusøltum. Næsti liður er djóraæti, sum etur plantuæti. Og síðani verður etið víðari í føðinetinum av størri og størri djórum, til endaátaran. Tær verur, ið doyggja av sær sjálvum, verða niðurbrotnar til ólívrunnin kolevni og føðslusølt av bakterium – og ringrásin byrjar av nýggjum.
Pulsar í vistskipanini
Lívfrøðiliga framleiðslan í havinum kring Føroyar er eyðmerkt við afturvendandi pulsum, við 6-10 ára millumbilum.
Vístu vísitøl fyri Landgrunnin umboða frumgróður, longd á fiskayngli í juni (toskur, hýsa, nebbasild og hvítingsbróður) og tilgongd til fiskastovnar og sjófugl.
Sæð okkurt spennandi?
Hevur tú fingið ein sjáldsaman fisk ella sæð okkurt annað áhugavert, vilja vit fegin frætta.
Djóralisti
A
Arktiskur prikkafiskurÁ
Álakendi úlvfiskur Állahávur ÁllurB
Blankaskøta Bláaskøta Blágóma Bláhávur Blálaksur Blálonga Bláriddari Bleikja Blettuta hornabrosma Blettuti floyfiskur Boa-drekafiskur Bóghvítuhvalur Bramafiskur Brislingur Brosma Brosmubendil Brugda Brynjubúrfiskur Brynjukrutt Búksvarti hávur BúrfiskurD
Djúpangi Djúpállur Drunnhvíti Drymbingur Dukátfiskur DøkkhávurE
Edlafiskur EnnifiskurF
Fagurserkur Ferhyrnta hornabrosma Fjaðragrúkur Fjaðurfagra havmús Floyfiskur Føroyahávur Føroysk heystgýtandi sildG
Gestfiskur Glaskvoysa Glíggjhávur Glýsa Gráhávur Grindahvalur Grønakrutt Grønlandsgulllaksur Grønlandstussi Gulllaksur Gúnters langasporlH
Halahvassa skøta Havállur Havhestur Havmús Havnebbasild Havtaska Háfiðringur Háfjaðraði stubbi Hákelling Hávur Hemari Hornabrosma Hornfiskur Hornhávur Huldukrutt Hvassasprek Hvasskvoysa Hvítaskøta Hvítingsbróðir Hvítingur Hýsa Høvuðlítli angarfiskur Høvuðlítli hávurÍ
Íshavsbrynjukrutt Íshavshornabrosma Íshavskrutt Íshavsskøta Íshavssúgfiskur ÍslandshávurJ
Jeffreysar stubbi JensenshávurK
Kaldi úlvfiskur Kalvi Kambhávur Kámi úlvfiskur Kikarafiskur Kjaftsvarti kongafiskur Klingruskøta Klænasporl Knurrhani Kolskeggi Kombikk Kongafiskur Kongasúgfiskur Krokodilluprikkafiskur Krystallstubbi Kryttlingur Krøkilskrutt Kubbuta langasporl KúlulaksurL
Laksastyrja Lakssild Lakstobis Laksur Langfjaðraði tunfiskur Langitrantur Lálla Láturkópur Leysikjaftur Liri Lítla lakstobis Lítla nebbasild Lítlabrosma Lítlakrutt Lítli kongafiskur Lítli kryttlingur Lítli prikkafiskur Lítli súgfiskur Lítli tussafiskur Lítliglámur Ljósa silvurøks Ljósangi Lodna Lomvigi Longa Longubróðir Lundi Lusifer Lútkens úlvfiskur Lýrur LýsingurM
Macdonalds prikkafiskur Maisild Makrelgedda Makrelur Mánafiskur Miðjarðarhavslangasporl Mjáangi Mjái prikkafiskur Mjáikjaftur Morafiskur Mórubróðir Multa MurrikruttN
Naglaskøta Nasi Nebbasild Nebbaskøta Nevdregil Nevhavmús Nevhávur Norðhavssild NorskakvoysaÓ
ÓsaskrubbaP
PaddufiskurR
Rekfiskur Revahávur Reyða hornabrosma Reyði knurrhani Reyðserkur Reyðsprøka Ringhávur Rita Rísna langasporl Rísnaskøta Rognkelsi Rossamakrelur Rottutrónur RútarkongurS
Sandskøta Sandstubbi Sankta Pætursfiskur Sars-úlvfiskur Seilur Sekstáknahávur Sild Sildakongur Silvurbramafiskur Silvurkalvi Silvurmurtur Silvurstinglaksur Silvurøks Síl Sjókarpi Sjóprónur Skjórutur springari Skrubba Skrubbhávur Skrubbuti úlvfiskur Skøta Sloans ormsfiskur Slætta langasporl Slætthøvd Smáblettuti reyðhávur Smáoygda havmús Smáskrubbuta langasporl Smáskrubbuti glámur Smátindabak Snípuállur Spegilsprikkafiskur Spíska langasporl Spískaskøta Sporllangi úlvfiskur Spøluti úlvfiskur Stavsild Steinbítur Stinglaksur Stóra lakstobis Stóra nebbasild Stóri kongafiskur Stóri prikkafiskur Stóri súgfiskur Stóroygda hornabrosma Strentingur Streymsild Stuttskeggjað langasporl Súgari Súgállur Svarta havtaska Svartaskøta Svartblettuta langasporl Svartfiskur Svarthávur Svarti súgfiskur Svartkalvi Svartkjaftur SævarangiT
Tarabrosma Tarasproti Tindabak Tindaskøta Toskur Toskur á Føroyabanka Toskur á Landgrunninum Tranthavmús Trantkongafiskur Trantlangasporl Trýnisállur Tunfiskur Tunga Tussafiskur Tvíprikkuti stubbi TvísygulU
Ulka UpsiÚ
Úlvfiskabróðir ÚlvfiskurV
ValtrarfiskurÆ
ÆlabogasílNógv av tekstinum og flestu myndirnar eru úr bókini “Fiskar undir Føroyum” av Rógva Mouritsen, Astrid Andreasen og Bente Olesen Nyström.