{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Íshavsskøta

Amblyraja hyperborea

Halin er stuttur, um ein triðing av heildarlongdini. Eitt rað av tjúkkum píkum er av nakkanum til ryggfjaðrarnar. Píkarnir í raðnum eru millum 21 og 32 í tali. Annars er hon hvøss um bakið av nógvum smáum píkum. Undir búkinum er hon sløtt. Millum ryggfjaðrarnar er 1 píkur, sjáldan 2 ella eingin. Tranturin er kubbutur, næstan rætthyrntur, og gronin mátað frá eygunum er stutt, minni enn tvær reisir gloppið millum eyguni. Ravarnir framman eru týðiliga innbendir. Hon er oftast bøllut um búkin.

Útbreiðsla

Hon er í køldu høvunum norðanfyri, undir øllum Eysturgrønlandi og um alt havið norðan fyri ryggirnar frá Grønlandi til Skotlands. Úr Baffinsflógvanum til Nýfundlands. Hon er rættiliga vanlig undir Føroyum.

Stødd

Íshavsskøta verður í mesta lagi 85 cm long.

Dýpi

Hon er vanliga úr umleið 250 metrum niður á 1500 metrar, men einstakar eru fingnar djúpari, heilt niður á umleið 2500 metra dýpi.

Litur

Um bakið er hon dimmbrún blágrábrún viðhvørt við bæði ljósum og myrkum blettum. Undir búkinum er hon hvít- ella ljósaflekkut við dimmum, óregluligum blettum. Viðhvørt er meira av dimmum enn av ljósum. Hon er eisini flekkut undir halanum.

Eyðkenni

Tann stutti halin er gott tekin um íshavsskøtu.

Týdningur

Íshavsskøta verður avreidd, men hevur ikki stóran týdning í fiskiskapinum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Íshavsskøta, Lógvaskøta
Lat:Amblyraja hyperborea, Raja hyperborea
Dan:Arktisk rokke
Eng:Arctic skate
Fra:Raie arctique
Grø:Tarraleqisaaq
Ísl:Skjótta skata
Nor:Isskate
Pol:Raja polarna
Por:Raja da Groenlandia
Rus:Servenyj skat
Spa:Raya ártica, Raja da Groenlandia
Sve:Isrocka
Týs:Eisrochen

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…