{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Langitrantur

Centroscymnus crepidater

Langitrantur er langur og smidligur í skapi. Hann hevur tvær ryggfjaðrar við lítlum, neyvan sjónligum píki frammanfyri. Fremra ryggfjøður er styttri um rótina enn aftara. Fremri píkur er størri enn aftari. Uggafjøðurin røkkur ikki aftur undir fremra píkin. Aftari píkur situr uppi yvir búkfjøðurini. Táknaopini, ið eru smá, ganga beint móti uggafjøðurini, og tey eru næstan eins høg og eyguni eru høg. Hann hevur andahol aftan fyri og eitt vet ovari enn eygað. Hann er líka langur úr tróni í kjaft sum úr kjaftinum til tað fremsta á uggafjaðrunum. Langitrantur er grásvartur inni í kjaftinum, og fram í góman er eitt op. Tenninar
í yvirkjaftinum eru smáar, og í undirkjaftinum eru sagtenn. Hann hevur flata, langa og breiða gron. Eygnaholan er um helvt so long sum gronin. Hann hevur striku.

Útbreiðsla

Frá Norðurnoregi til Suðurafrika. Hann er annars í Kyrrahavinum og Indiahavinum. Nakrir fáir eru seinastu árini fingnir sunnan fyri Føroyar.

Stødd

Langitrantur verður upp í 90 cm langur, undir Føroyum tó neyvan størri enn 70 cm.

Dýpi

Hann er úr 200 m niður á í minsta lagi 1000 m.

Litur

Langitrantur er heilt dimmbrúnur um kropp og fjaðrar. Nýveiddur skyggir hann í gyltum liti, tá hann verður hildin upp móti ljósinum. Royggið er hvítt.

Eyðkenni

Langitrantur hevur langa gron. Dimmi liturin og hvíta royggið. Fremri píkur er størri. Hann hevur andahol.

Týdningur

Langitrantur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Langitrantur
Lat:Centroscymnus crepidater
Dan:Langsnudet fløjlshaj
Eng:Longnose velvet dogfish
Fra:Pailona à long nez
Nor:Bunnhå