{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Paddufiskur

Raniceps raninus

Paddufiskur hevur smalt sporl og er breiðvaksin framman. Fremra ryggfjøðurin er evarska lítil. Aftara ryggfjøðurin er long og nakað høg. Gotfjøðurin er heldur styttri enn aftara ryggfjøður, annars eru tær í skapi nakað líkar. Hann hevur rættiliga stórar og rundar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru smáar, og tveir teir fremstu teinarnir eru langir. Sterturin er rundaður aftan. Paddufiskur hevur stórt høvd. Kjaftklovin kemur aftur um eygað.

Útbreiðsla

Paddufiskur er í Biskeiavíkini, kring Bretsku oyggjarnar, í Norðsjónum, í donskum sjógvi til Tróndheims og Føroya.

Stødd

Paddufiskur verður í mesta lagi 30 cm langur, vanliga upp í 25 cm.

Dýpi

Vanliga er hann úr vatnskorpuni niður á 100 metra dýpi, undir Føroyum tó niður á 140 m.

Litur

Hann er javnt dimm- ella blábrúnur um allan kroppin. Fjaðraendar og granar eru ljósari, tó er hann ikki ljósari um uggafjaðrarnar.

Eyðkenni

Breiði framparturin, ið smalkar ógvisliga aftan fyri endarnar á uggafjaðrunum.

Týdningur

Paddufiskur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Paddufiskur
Lat:Raniceps raninus
Dan:Sortvels
Eng:Lesser forkbeard, Tadpole fish, Trifurcated hake
Fin:Mustaturska
Fra:Grenouille de mer, Trident
Ísl:Bláfiskur
Ita:Mustella
Ned:Vorskwab, Vorschkval
Nor:Paddetorsk
Pol:Zaboglów
Por:Rainúnculo-negro
Rus:Lyagushkogolov
Spa:Reinúnculo negro
Sve:Paddtorsk
Týs:Froschdorsch

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…