Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram.
Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð fús at taka ímóti spennandi fiskum, og tá tað liggur fyri, so plagar manningin á Jákup Sverra at goyma livandi fisk í kørum á dekkinum at taka heim við til Sjósavnið.
Á hesum túrinum vóru alskyns sløg av fiski veidd til Sjósavnið, har ímillum havtaska, reyðsprøka, tunga, knurrhani, fleiri sløg av skøtu, umframt toskur, seiður og hýsa. Av flestu sløgum var talan um fleiri fiskar í ymsum støddum – t.d. kann nevnast ein havtaska, sum var umleið 120 cm lang. Havstovan fegnast um at kunna stuðla virkseminum hjá Sjósavninum á henda hátt.
Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
22.07.2026
Mánamorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrurin er partur av felagskanning, sum verður gjørd saman við norskum, donskum og …
Yngulkanningar vísa stóran mun millum Landgrunnin og Føroyabanka í ár
10.07.2026
Í seinnu helvt av juni gjørdi Jákup Sverri yngul- og ætikanningar bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Trolstøðirnar síggjast sum gular strikur á ko…
Costas Kadis, ES-fiskivinnukommisserur, vitjað Jákup Sverra
27.05.2026
Í gjár vitjaði fiskivinnukommisserurin Costas Kadis umborð á Jákup Sverra. Fiskivinnukommisserurin er útbúgvin lívfrøðingur og hevur eina PhD innan lí…
Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar
05.05.2026
Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild. Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardó…
Stuttur túrur á Bankanum
01.04.2026
Ringt veður hevði við sær, at váryvirlitstrolingin á Føroyabanka bleiv nakað stutt, og einans 9 av 29 trolstøðum vórðu kannaðar. Mest varð fingið av h…
Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur
31.03.2026
Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í sí…
Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra
18.03.2026
Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir d…
Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…