Lítla lakstobis
Arctozenus risso
Lítla lakstobis er langur og mjávaksin fiskur. Høvdið er longri og spískari enn á øðrum lakstobisum. Hon hevur lítla ryggfjøður, ið situr aftan fyri miðjan fiskin, lítla fitifjøður aftast á sporlinum. Hon hevur uggafjaðrar og búkfjaðrar. gotfjøðurin er aftast á sporlinum. Gotið er millum búkfjaðrarnar. 62-67 roðslur eru eftir strikuni. Ryggjargeislarnir eru millum 77 og 84 í tali.
Útbreiðsla
Lítla lakstobis er um øll høv, frá Arktis til Antarktis. Hon er í føroyskum sjógvi og er vanlig hjáveiða í flótitroli.
Stødd
Lítla lakstobis verður upp í 30 cm.
Dýpi
Hon er úr 200 m niður á 1000 m dýpi, miðsjóvar- og úthavsfiskur.
Litur
Hon er silvurlitt við dimmum bandi í erva á kroppinum. Trolveidd er roðslan avfarin, og liturin er tá ljóst grábrúnur.
Eyðkenni
Búkfjaðrarnar eru eitt vet aftari enn ryggfjøðurin. Yvirkjafturin kemur aftur um nasagluggarnar. Í gotfjøðurini á øðrum lakstobisum eru ongantíð fleiri enn 25 teinar.
Týdningur
Hon hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Lítla lakstobis |
Lat: | Arctozenus risso, Arctogendus rissoi, Notolepis rissoi, Paralepis rissoi kroyeri |
Dan: | Risso’s lakstobis |
Eng: | White barracudina |
Fra: | Lussion blanche |
Ísl: | Lítla geirsíli |
Nor: | Liten lakstobis, Lille laksetobis |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…
Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…