
Spegilsprikkafiskur
Lampadena speculigera
Spegilsprikkafiskur er hyldligur fiskur, rundligur í tvørskurði. Høvdið er um 28,5% av standardlongdini. Hann hevur breiða og høga klingru. Eina ryggfjøður mitt á rygginum, eina gotfjøður undir sporlinum. Smáar búkfjaðrar aftarlaga undir búkinum. Smáar uggafjaðrar. Rættiliga stóran, sýldan stert. Fitifjøður oman á sporlinum. Høvdið er langt og stórligt. Stór eygu frammarlaga á gronini. Eyguni eru um 34% av høvuðlongdini. Ljósgøgn, 2 á kápuni, 4 beint aftan fyri kápuna. eitt rað við 21 ljósgøgnum hvørjumegin kjølin og 4 uppi á hvørji síðuni. Eitt sera stórt ljósgagn oman á klingruni, og eitt líka stórt undir.
Útbreiðsla
Norður til 66ºN í Atlantshavinum. Er fingin í Landsynningsgrønlandi, undir Íslandi og Føroyum. Frá Suðurportugal og Vesturafrika vestur um Asoroyggjarnar og norður móti Íslandi. Vestanfyri í Atlantshavinum millum 35ºN og 48ºN og annars í Atlantshavinum suður til 48ºS. Er eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Stødd
Upp í 20 cm langur.
Dýpi
Í dagslýsi úr 460 niður á 950 metrar, í myrkri úr 60 niður á 750 metrar.
Litur
Svartur, helst eisini silvurglitrandi.
Eyðkenni
Tey bæði stóru ljósgøgnini á klingruni. Á vaksnum fiski støddin.
Týdningur
Hevur ikki havt vinnuligan týdning.

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…