Kúlulaksur í Norðurhøvum
Í mai í ár var nakað av kúlulaksi fingið á árligu sildakanningunum. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska rannsóknarskipið hevur fingið kúlulaks, men eisini í økinum eystan fyri okkara kanningarøki fingu norska og danska rannsóknarskipið kúlulaks.
Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal, og doyr stutt eftir gýting. Stutta tvey ára lívsringrásin hjá kúlulaksinum hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er tí gýtingarstovnurin, ið gýtir ólíka ár, ið hevur verið at síggja um okkara leiðir ólíka ár síðani 2017.
Í eini norskari grein eru kúlulaksaúrslitini frá øllum trimum skipunum frá kanningunum í mai 2021 sett saman. Kúlulaksurin var í 2021 spjaddur um størri øki enn í 2017 og 2019. Norskir granskarar stúra fyri, at um ov nógv verður av kúlulaksi, kann hetta fáa avleiðingar fyri bæði alibrúk og vistskipanir í áunum.
Eisini Fiskaaling fylgir gongdini við kúlulaksinum. Í 2017 og 2019 fingu tey nakrar kúlulaksar, og í 2019 vóru flestu teirra nær gýting. Meira kann lesast um tey úrslitini her.
Eydna í Homrum ( eydnap@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi
Kúlulaksur í Norðurhøvum
Í mai í ár var nakað av kúlulaksi fingið á árligu sildakanningunum. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska rannsóknarskipið hevur fingið kúlulaks, men eisini í økinum eystan fyri okkara kanningarøki…
Leitanin eftir villa laksinum
Nýggj ílegutøkni skal hjálpa granskarunum at finna fram til upprunan hjá villa laksinum í Norðuratlantshavi. Føroyar eru við í stóru ES-verkætlanini, og tí fer Magnus Heinason at trola eftir laksi…
Merking av laksi norðanfyri
Henda kanningin er liður í eini felags norðurlendskari verkætlan at merkja laks við goymslumerkjum (Data Storage Tags, DST) fyri at kanna útbreiðslu og atburð hjá laksi í Norðuratlantshavi. Luttakandi londini…