{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Havhestur

Fulmarus glacialis

Havhestur er ein tann vanligasti fuglurin í Føroyum, bæði á sjógvi og fram við landi. Havhestur er av slagnum Procellariiformes, har onnur fuglasløg, sum skrápur, drunnhvíti og albatrossur, eisini hoyra undir.

Tey størstu havhestabølini vóru upprunaliga á oynni St. Kilda og í Íslandi, men seinast í 19. øld og fyrst í 20. øld spjaddist havhesturin um alt Norðuratlantshavið. Hendan spjaðingin stóðst helst av tí víðkaða ídnaðarfiskiskapinum og hvalaveiðuni. Skip í hesum vinnum lótu slógv eftir seg, sum er góð føði hjá havhesti. Havhesturin hevur soleiðis elt tey til onnur lond.

Síðani 1980’ini hevur havhestastovnurin í Evropa verið mettur at vera minkandi. Mann væntar, at útbreiðslan fer at halda fram at minka við heili 42% í 2060.

Status viðvíkjandi reyðlista

Orsakað av niðurgongdini í havhestastovninum frá 1980’unum til 2010’ini varð havhesturin í Evropa fluttur á sonevnda reyðlistanum hjá International Union for Conservation of Nature (IUCN) frá “Least concern” til “Vulnerable”. Hetta hendi í 2018, og merkir tað, at stovnurin í Evropa verður mettur at vera væl verri fyri enn áður hildið.

Stovnsmeting

Seinasta landsumfatandi teljing av fugli í Føroyum fór fram í 1980’unum. Tá varð mett, at tað vóru uml. 600.000 nørandi pør av havhesti í Føroyum. Hóast ongar teljingar hava verið síðan, eru nýggjari metingar av havhestastovninum gjørdar. Í 2002 varð stovnurin mettur at vera uml. 800.000 nørandi pør. Evropeiski havhestastovnurin var tá mettur at vera 5.840.000 nørandi pør. Tað merkir, at tann føroyski stovnurin var uml. 14% av tí samlaða evropeiska stovninum. Tí kann tann nørandi havhestastovnurin í Føroyum sigast at hava stóran týdning fyri tann evropeiska stovnin.

Fuglateljingar verða gjørdar á hvørjum árið í Høvdanum í Skúvoy. Hesar teljingar kunnu geva eina ábending um, gongdina hjá havhestastovninum í Føroyum. Fuglakanningarstøðin hevur kannað havhestin í Høvdanum í Skúvoy á hvørjum ári í tíðarskeiðnum 2001-2015, og síðani í 2021 og 2023. Í 2021 var talið um 500 havhestar, men tvey ár seinni var tað minkað við nærum 200. Hetta er tó ikki tað lægsta, tað hevur verið í hesum tíðaskeiðnum. Framtíðar kanningar mugu vísa, um afturgongdin heldur fram ella um vend kemur í.

Útbreiðsla

Tá vit tosa um havhest, er týdningarmikið at skilja millum evropeiska stovnin og altjóða stovnin.

Tann evropeiski stovnurin heldur til í Føroyum, Íslandi, Jan Mayen, Svalbard og Bretlandi. Hesin stovnurin er flokkaður sum “viðbrekin” á IUCN reyðlistanum og stovnurin er minkandi.

Tann altjóða havhestastovnurin heldur til longri norðuri. Hesin stovnurin er væl fyri og kemur undir reyðlista flokkingina “ikki hótt”. Útbreiðslukortið vísir altjóða havhestastovnin.

Ferðing

Í tíðarskeiðnum 2015-2021 vórðu 23 havhestar merktir við GLS-loggarum í Føroyum. Hetta kortið vísir, hvar ið hesir havhestarnir hava verið hetta tíðarskeiðið. Litaðu økini vísa, við alsamt sterkari liti, tann 25%, 50% og 75% kjansin fyri, at fuglurin finst í tí økinum.

Um tú vilt vita meira um ferðing hjá fugli við slíkum loggarum, far so inn á leinkjuna SEATRACK niðanfyri og vel tey viðkomandi filtrini. Á hesum kortinum er “Species” sett til “Northern Fulmar” og “Colony” sett til “Faroe Islands”.

Lívfrøði

Eyðkenni

Havhestur um okkara leiðir er oftast gráur og hvítur, og hevur eitt gulligt nev. Hann nevna vit ljósi havhesturin. Tann dimmi havhesturin er næstan einlittur og dimt gráur um allan kroppin. Hann kemur norðaneftir og er av og á um okkara leiðir.

Havhestur er sannur sjófuglur. Hann hevur eitt skap, sum loyvir honum at sveima við vindinum og harvið ferðast langar teinar á opnum havi, uttan at brúka nógva orku. Tað eyðkenda flogið ger hann eisini lættan at kenna aftur. Havhesturin hevur eitt veingjabreiði á 102 til 112 cm.

Havhestur hevur eitt serligt nev við einum saltkertli í einum avlongum vøkstri oman á nevinum. Saltkertilin ger, at hann kann skilja salt úr sjógvi. Hetta loyvir honum at vera leingi til sjós, av tí at hann ikki noyðist til lands at drekka feskt vatn. Eisini er hann ein av fáu sjófuglunum, sum hevur góðan luktisans. Tað er væl hugsandi at hann brúkar hann, tá ið hann leitar sær føði.

Roykurin av havhesti er lættur at kenna aftur og kemur av lýsinum, sum verður framleitt í maganum. Um rovdjór hótta havhestin, kann hann sum verju spræna lýsi eftir teimum heilt upp í tríggjar metrar. Lýsið virkar eisini sum orkugoymsla til at fóðra pisuna við og hjá vaksna fuglinum, tá ið hann flýgur langt.

Nøring og vøkstur

Í Føroyum sæst havhestur í bergi og homrum alt árið, uttan í oktober.

Havhestur kann vera á sjónum í langa tíð, men má til lands at nørast. Hann reiðrast í føroysku bjørgunum, men kann eisini reiðrast í homrum inni í landinum. Havhesturin finnur fram til bølið umleið desember, men verpur vanliga ikki fyrr enn í mai. Fuglurin bølir egginum í 47 til 54 dagar inntil pisan klekist. Bæði foreldrini passa ungan, men steðga við fóðringini og fara til havs, áðrenn hann er floygdur, sum er umleið september. Óvist er, hví so er, men hugsast kann, at tað er fyri at minka um kappingina millum unga og foreldur um føði, so teir floygdu ungarnir fáa eina betri byrjan. Teir havhestar, ið ikki hava fingið ungar, fara ofta fyrst, men verða til tíðir hangandi leingi eftir at teir hava mist eggið ella ungan.

Ta tíðina, tá havhesturin er burturstaddur, kemur fjaðurskotatíðin. Hon er um oktober til desember, og fer helst fram á opnum havi. Fuglurin hálar gamlar fjaðrar út fyri at loyva nýggjum at vaksa. Fjaðurskotatíðin varierar í mun til, um havhesturin hevur reiðrast og vorpið. Hevur hann ikki tað, hendir fjaðurskiftið helst fyrr á árinum.

Havhesturin kann gerast upp í 35 ára gamal og, eins og við sjófugli annars, yvirlivir ein stórur partur av vaksna fuglinum frá ár til ár. Hann byrjar at nørast um 5 til 12+ ára aldur, og kann verpa hvørt ár eftir hetta, alla ævi sína. Havhestur verpur vanligvís bert eitt egg um árið. Í náttúruni yvirlivir størsti parturin av ungunum tó oftast ikki. Nøringin og yvirlivilsið hjá hvørjum einstøkum fugli í náttúruni eru treytað av nógvum ymsum umstøðum. Til dømis hvussu væl fuglurin er fyri, nær hann byrjar at nørast, egg góðska og vistfrøðiligar umstøður.

Árlig yvirskipað ringrás hjá havhesti, sum nørist.

Føði

Størsti parturin av føðini hjá føroyska havhestinum er høgguslokkur, fiskur, bust maðkar, krabbadýr og burturkast ella leivdir frá fiskiskapi (slógv). Vanligasti fiskurin, sum havhestur í Føroyum etur, er lítli prikkafiskur, men onnur fiskasløg eru eisini funnin í magakanningum, so sum hvítingsbróðir, svartkjaftur og ymiskir toskafiskar (gadidae). Føðin er eisini treytað av árstíð.

Tað er undranarsamt, at meginparturin av fiskaføðini er lítli prikkafiskur, sum vanliga heldur til á 150-500 m dýpi. Havhestur etur vanliga í vatnskorpuni og kavar oftast um 1 metur niður, í mesta lagi 4,7 metrar niður. Summi sonevnd mesopelagisk fiskasløg, millum annað lítli prikkafiskur, flyta set upp í vatnskorpuna um náttina eftir føði. Har kann havhesturin so fáa fatur á teimum.

Havhestur etur slógv frá fiskiskipum, men torført er at siga, hvussu stórur partur av kostinum tað er. Orsøkin er, at tað er ringt at eyðmerkja slógvið í magakanningum.

Leinkir

Seabird tracking Seatrack

Birdlife

IUCN reyðlistin

Dispersion and vulnerability of marine birds and cetaceans in Faroese waters

Viðkomandi tíðindi

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

19.07.2022

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Við til at friða týdningarmikiðøki í altjóða sjógvi

10.05.2022

Flestu sjófuglasløg í Norðuratlantshavi eru minkað ógvuliga nógv seinastu áratíggjuni. Nógvar kanningareru gjørdar fyri at royna at finna útav, hví so…

Fuglurin rýmir úr Vestmannabjørgunum

10.05.2022

Bert 5% av lomviga og 1% av ritureiðrum vóru at síggja i Vestmannabjørgunum summarið 2021, samanborið við teljingar í ávikavist 1972 og 1987. Hetta er…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

19.08.2021

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Merkta føroyska parið

18.12.2020

Hjá skrápi skiftast bøgan og steggin um at bøla egginum. Tað er sjón fyri søgn í taltilfarinum frá einumføroyskum skrápapari við GLS-loggarum. Tá vetu…

Ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum

18.12.2020

Á fyrsta sinni er ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum staðfest. Eftir bútíðina ferðast hann allan vegin úr Føroyumtil suðurendan á Suðuramerika. …

Talið á ternum og ternubølumminkað seinastu 15 árini

23.10.2018

Síðani 2003 hevur Havstovan skipað fyri teljing av ternum og ternupisum um alt landið. Vit hava biðið bøndur, røktarar og onnur áhugað fólk siga okkum…

Fuglateljing við dronu

09.10.2017

Havstovan telur súlurnar í Mykineshólmi umleið 10. hvørt ár. Fuglarnir verða taldir eftir myndum. Summarið 2016 vórðu myndirnar á fyrsta sinni tiknar …

Harðir vetrar stimbra sjófugl

21.09.2017

Støðan hjá føroyska sjófuglinum er nógv batnað seinastu tvey árini – eftir 15 sera vánalig ár. T.d komu væl fleiri ritupisur undan bæði í 2016 og 2017…

Seinasta lundapisan klár at fara

01.09.2017

Nú er seinasta pisan í Byrgisbakka í Skúgvi klár at fara; bara eitt sindur av dúni er eftir á høvdinum. Tað er lítil friður á henni. Hon snøggar fjaðr…

Arktiskur sjófuglafundur í Føroyum

24.04.2017

Havstovan og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hava verið vertir fyri tí árliga arbeiðsfundinum hjá arktiska sjófuglabólkinum CBird (Circumpolar Seabird G…

Sólarmyrkingin ávirkaði fuglin í Skúgvoy

19.09.2016

Sunnudagin 20. mars 2015 var sólarmyrking í Føroyum, men hvat gjørdi fuglurin í Høvdanum í Skúgvoy? Hetta er úr Sjóvarmál 2016, les víðari her. Viðkom…

Merkja sjófugl fyri at kanna, hvar hann heldur til um veturin

29.09.2014

Havstovan er við í eini stórari verkætlan fyri at kanna, hvar sjófuglurin er um veturin. Hetta verður gjørt við at seta goymslumerki á beinið á flestu…

Pisur sum vistfrøðiligt mát

07.11.2013

Ein háttur at kanna „heilsuna“ hjá eini vistskipan, er at nýta burðarúrslitið hjá ávísum sjófugli. Í Føroyum er samband millum burðarúrslitið hjá ritu…

Pisurnar doyggja í hungri

07.11.2013

Nebbasildin, sum er besta føðin hjá lundanum, hevur svikið so dyggiliga, at stórur partur av lundanum verpur als ikki ella gevst at verma, áðrenn pisa…

Ein sveimari við plastikki í maganum

23.08.2012

Næstan annar hvør havhestur við Føroyar hevur meira plastik í maganum enn ásetta markvirðið. Vindur og reyðæti havastóran týnding fyri trivnaðin hjá h…

Ov feitt fyri ternuna

23.08.2012

Nógv bendir á, at høvuðsføðikeldan hjá ternuni, nebbasildin, var so væl fyri í 2009, at hon bleiv óatkomulig hjá ternuungunum. Árið sá út til at geras…

Riturnar eru í Labradorhavinumum veturin

01.09.2011

Í 2009 setti Fuglakanningarstøðin ljósloggarar á ritur fyri at kanna, hvar tær eru um veturin. Tá ið riturnar komu aftur á sumri 2010 sást, at tær høv…

Besta árið hjá ternum í langa tíð – hóast nógvir ungar doyðu

01.09.2010

Meiri føði var í 2009 enn undan farnu árini, og tí megnaðu ternurnar at halda lív í ungunum, til teir vóru um at verða floygdir. Hetta er úr Sjóvarmál…

Kanna, hvar riturnar ferðast um veturin

01.09.2009

Í summar merkti Havstovan 20 ritur í Stóru Dímun við geolocatorum fyri at kanna, hvar tær halda til um veturin. Hetta er liður í einum samstarvi, har …

Havhestur druknar á línu

01.09.2008

Línuskip fáa eini 5.000-25.000 havhestar á hvørjum ári. Havhestarnir royna at taka agnið av línuni, men gerast fastir og drukna. Hóast hjáveiðan helst…

Ritan í minking

01.09.2007

Ritustovnurin í Føroyum minkar, tí ov fáar pisur koma undan. Seinastu fýra árini hava verið út av lagi ring. Orsøkin er helst, at lítið hevur verið ti…

Minni av ruski í føroyskum sjógvi enn í Norðsjónum

01.09.2004

Tað undrar helst ongan, at minni av ruski er í føroyskum sjógvi enn í Norðsjónum, men tey flestu høvdu helst roknað við, at munurin var størri. Hetta …

Fuglakanningar

01.09.2003

Tal av lomviga, lunda, ternum og grásúlum minkaði í 2003, so hetta árið royndist illa hjá sjófuglinum. Plastikk, funnið í havhestamagum, kann nýtast s…