{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Tunfiskur

Thunnus thynnus

Tunfiskur er spískur í báðum endum og tjúkkastur um fremru ryggfjøður, í tvørskurð er hann næstan rundur. Fremra helvt av kroppinum er sett við beinkendari roðslu, sum bæði á bakinum og á síðunum kemur aftur um uggafjaðrarnar. Aftara helvt er sett við smáum roðslum. Gotfjøðurin er umleið somu stødd sum aftara ryggfjøður. Uggafjaðrarnar eru styttri enn 80% av høvuðlongdini. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er hægst framman og lækkar aftureftir. Hin aftara er styttri, høg og tríkantað. Uggafjøðurin røkkur ikki aftur um 12. teinin á fremru ryggfjøður. Hann hevur ’kjøl’ hvørjumegin á klingruni og eitt sindur fram á sporlið. Fremsta táknabein hevur 34-43 táknatindar (inni í boganum).

Útbreiðsla

Tunfiskur er í føroyskum sjógvi um heystið. Er annars í Kattegat, við Norðurnoreg og undir Íslandi, til Móritania og Kanariuoyggjarnar. Hann er í vestara parti av Miðjarðarhavinum. Vestanfyri frá Labrador, í Meksikoflógvanum og Karibia til Venesuela og Brasil. Eitt undirslag er í Kyrrahavinum.

Stødd

Tunfiskur er ein av heimsins størstu beinfiskum, hann verður upp í góðar 450 cm langur og vigar upp ímóti 700 kg. Vanlig longd er upp í 200 cm.

Dýpi

Hann er uppsjóvarfiskur, úr vatnskorpuni niður á góðar 100 metra dýpi, møguliga væl djúpari.

Litur

Undir búkinum og um liðirnar er hann silvurhvítur við litleysum tvørstrikum skiftandi við litleysar blettir. Serliga eldri fiskar hava hesar blettirnar. Tað litleysa fyribrigdið sæst best á nýveiddum fiski. Fremra ryggfjøður er gullig ella blálig. Tann aftara er reyðbrún. Gotfjaðrarnar eru dimt gulligar við svartari rond. ’Kjølarnir’ á klingruni eru svartir á vaksnum fiski og hálvgjøgnumskygdir á ungfiski.

Eyðkenni

Stuttu fjaðrarnar. Uggafjaðrarnar røkka minni enn so til gloppið millum ryggfjaðrarnar.

Týdningur

Virðismikil fiskur, verður nógv veiddur allastaðni. Í føroyskum sjógvi hevur eisini nakað verið veitt av tunfiski.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Tunfiskur
Lat:Thunnus Thynnus
Azo:Rabilo
Dan:Tunfisk, Atlantisk tun, Tun
Eng:Tuna, Atlantic bluefin thuna, Atlantic bluefin tuna, Bluefin Tuna, Thunny, Tunny
Fin:Tonnikala
Fra:Thon, Thon rouge, Thoun, Tonnu, Toun
Gri:Tónnos, Maiatiko, Orcynos
Ísl:Túnfiskur
Ita:Tonno, Tonno rosso
Jap:Maguro rui, Kuromaguro
Ned:Tonijn gewone, Tonijn rode
Nor:Makrellstørje, Tunfisk, Tunnin
Pol:Túnczyk, Tunek
Por:Atum, Albacora, Atum rabilho, Cachorra, Merma, Peixe judeu
Rus:Sineperyj tunets, Obyknovennyj golub, Tunets
Spa:Atún, Altuna, Atún rojo, Cimarrón, Golfàs, Tonina
Sve:Tonfisk
Týs:Roter Thun, Thune, Thunfisch
Ukr:Obyknovennyi tunets
USA:Bluefin tuna

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…