{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Multa

Chelon labrosus

Multa er tjúkkur, bulmikil fiskur. Hon hevur stóra, grova, leysa roðslu. Tvær ryggfjaðrar, tann fremra er stutt og høg, fremsti teinur er hægstur. Hin aftara er eins høg og tann fremra, men er longri og er lægst aftan. Gotfjøður er ein og líkist í skapi og stødd aftaru ryggfjøður og situr mest sum beint undir henni, kanska eitt vet fremri. Uggafjaðrarnar eru miðalstórar, spískar og koma beint aftur um búkfjaðrafestið. Búkfjaðrarnar eru miðalstórar. Hon hevur stóran, sýldan stert. Strika sæst ikki. Høvdið er lítið. Kjafturin er lítil við rættiliga stórum granum.

Útbreiðsla

Multa er undir Føroyum og Íslandi, fram við strondunum í Vesturevropa umframt í Miðjarðarhavinum. Suður til Senegal, Grønhøvdaoyggjarnar og Asoroyggjarnar.

Stødd

Multa verður upp í umleið 75 cm long.

Dýpi

Hon er uppsjóvarfiskur, vanliga heilt inni við land, á víkum og firðum. Eisini í blandingsvatni og feskum vatni, í ósum og pollum, men hon er eisini fingin úti á landgrunninum.

Litur

Um bakið er hon myrkt grágrøn, viðhvørt myrkablá. Um síðurnar er hon silvurlitt og hevur einar 6-8 myrkar langstrípur frá uggafjøðurini aftur í klingruna. Hon er hvít undir búkinum.

Eyðkenni

Ryggfjaðrarnar. Granarnar. Stóra roðslan. Bølluti kroppurin.

Týdningur

Í Føroyum hevur multa ikki verið brúkt til matna, men aðrastaðni hevur hon nakað av vinnuligum týdningi.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Multa, Grámulta, Pusalaknektur
Lat:Chelon labrosus, Crenimugil labrosus, Mugil cephalus, Mugil chelo
Azo:Taínha
Dan:Tyklæbet multe, Multe
Eng:Thicklip grey mullet, Grey mullet, Lesser grey mullet, Thicklippet mullet
Fin:Paksuhuulikeltti
Fra:Mulet lippu, Bâtarde, Labre, Lenket, Lissa, Meil, Muge à grosses lèvres, Muge Cabot, Muge lippu, Muge noir blanc, Muge noir labru, Mulet agrosses levres, Mulet Labeon chaluc, Ueil nègre
Gri:Velanitza
Ísl:Grárøndungur, Røndungur
Ita:Muggine labbrone, Cefalo
Jap:Bora
Ned:Diklippige harder
Nor:Tykkleppet multe, Tjukkleppet multe
Pol:Chelon
Por:Tainha-liça, Fataça, Mugem
Rus:Tolstogubaya kefal’, Kefa’l
Spa:Muble, Albur, Capiton, Galupe, Lisa, Mujol
Sve:Tjockäppad multe
Týs:Meeräsche, Dicklippige Meeräsche

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…