Valtrarfiskur
Lamprogrammus shcherbachevi
Valtrarfiskur er langur og klænur fiskur. Um bulin er hann tvær ferðir so høgur, sum hann er breiður, og aftari er hann enn smalri. Hann hevur ikki búkfjaðrar. Uggafjaðrar eru, tó longdin er ókend. Hann hevur eina langa ryggfjøður, eina langa gotfjøður. 71-74 ryggjargeislar. Høvdið er um 12% av heildarlongdini, og tað er lægri, enn tað er langt, og smalri, enn tað er høgt. Frá kjaftinum upp á nakkan eru einar 8 kullur niður í skallan, og ímillum stinga ryggir seg upp í ymsum skapi. Kjafturin er miðalstórur, bogadregin og kemur aftur um eyguni. Hann hevur heilt smáar tenn í tøttum tanngarði, aðrar tenn eru ikki, smalar granar og fýra nasagluggar, ið eru frammarlaga beint yvir yvirkjaftinum, tveir hvørjumegin. Afturkanturin á kápuni er beinur og bleytur. Fremra kápubeinið er mitt á kápuni, hevur 5-7 flatar vøkstir afturúr. Hann hevur smá eygu, onga finnu ella aðrar vøkstir úr høvdinum. Ein strika við umleið 35 kullum er ovarlaga eftir síðuni. Tær størstu kullurnar eru um 2-3 cm langar, 1 cm breiðar og 0,7 cm djúpar. Ein meira vanlig strika er mitt eftir síðuni.
Útbreiðsla
Valtrarfiskur er lítið kendur. Hann er í øllum heimshøvum, í Indiahavi, í útnyrðing úr Avstralia, úti fyri Angola, Franska Gujana og Surinam. Í útsynning úr Reykjanesi og eina ferð fingin vestan fyri Føroyabanka.
Stødd
Valtrarfiskur verður upp ímóti 200 cm langur.
Dýpi
Hann er niður á umleið 1000 metra dýpi.
Litur
Tað er óvist, hvussu hann er littur livandi, men sjávaður úr trolinum er liturin gráur/gráhvítur.
Eyðkenni
Vøkstirnir á kápuboganum. Strikan.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…
Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…