{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Ofta spurt

Havfrøði og veðurlag

Síggjast veðurlagsbroytingar í føroyskum havøki?

Ja.

Týðiligastu dømini um veðurlagsbroytingar í føroyskum havøki eru helst hækkandi vatnstøðan og økjandi sjóvarhitin kring oyggjarnar (sí mynd). Í báðum førum eru broytingarnar frá einum ári til tað næsta størri við Føroyar (reyðu strikurnar) enn fyri heimin sum heild (blágrønu strikurnar). Hesi sveiggini stava helst frá broytingum í streymum um okkara leiðir og vestanfyri. Bæði vatnstøða og sjóvarhiti við Føroyar hava tó haraftrat eina øking, sum fylgir restini av heiminum. Síðan 1993 er vatnskorpuhæddin økt smáar 10 cm bæði her hjá okkum og í miðal fyri heimshøvini. Og seinastu øldina er hitin øktur umleið eitt stig bæði á Landgrunninum og kring heimin sum heild. Veðurlagsnevndin hjá ST (IPCC) hevur greitt staðfest, at fyri heimin sum heild stava hesar broytingar frá útláti av CO2 og øðrum menniskjansligum virksemi. Tað er tí lítil ivi um, at eisini hækkaða vatnstøðan og økti hitin her hjá okkum eru av mannaávum.

Vinstra myndin: Reyða strikan vísir árliga miðal vatnskorpuhædd kring Føroyar, roknað sum miðal av fylgisveinamátingum fyri trý støð kring Landgrunnin (Sjóvarmál 2020). Bláa strikan vísir miðal vatnskorpuhædd fyri øll heimshøvini, teknað eftir mynd frá NASA. Báðar strikurnar eru settar til at byrja við 0 í 1993.

Høgra myndin: Tjúkka reyða strikan vísir árligan miðalhita innast á Landgrunninum, sum varð mátaður við Mykines frá 1914 til 1969 og við Oyrargjógv frá 1991. Brotna reyða strikan vísir sjóvarhitan á einum staði eystan fyri Munkagrunnin, sambært mátingum hjá skotum frá 1950 (kelda: ICES-IROC). Helst vísir henda brotna reyða strikan høvuðsgongdina í sjóvarhitanum í gloppinum millum Mykines og Oyrargjógv. Bláa strikan á høgru myndini vísir hitan í luftini niðri við jarðar- og havskorpuna í miðal kring alla Jørðina sambært NASA.

Tað er væl hugsandi, at aðrar avleiðingar av veðurlagsbroytingum eru at finna í føroyskum havøki. Til dømis vita vit, at bæði gýtingin hjá toski og vetrarlíkindini hjá nebbasild kunnu skaðast av ov nógvum hita. Tað eru tó nógv onnur fyribrigdi, sum ávirka tosk og nebbasild, bæði natúrlig og mannaelvd. Tí kann vera torført at útgreina orsøkirnar til tær broytingar, vit síggja í havsins plantum og djórum. Tíverri verður helst lættari at útgreina avleiðingarnar, so hvørt sum veðurlagsbroytingarnar gerast ógvisligari og avleiðingarnar týðiligari.

Hvat er El Niño og La Niña, og hvussu kunnu broytingar í hesum ávirka føroyska veðurlagið?

El Niño /La Niña fyribrigdið lýsir skap – dýpi og útbreiðslu – av einum ovurhonds stórum ‘hyli’ av heitum sjógvi, sum flýtir omaná kaldari sjógvi í Stillahavinum. Við El Niño støðu (ovara mynd) flytir hylurin seg eystur mótir Suðuramerika, gerst væl breiðari og vatnskorpuhitin økist yvir eitt stórt øki. Ávirkanin á atmosferuna er so mikið sterk, at miðalhitin á jørðini hækkar. Øvugt er við La Niña støðu (niðara mynd), tí tá trekkir hylurin seg vestur móti Australia. Víddin minkar, men hylurin dýpist og goymir hitaorku úr atmosferuni nakað niður í dýpið. Miðalhitin á jørðini hevur hug at lækka tá La Niña støða er. Samspæl millum hendan hylin og vindar við ekvator (passatvindar) viðførir skiftir millum El Niño støðu og La Niña støðu við 3-7 ára millumbili. Ávirkanin av slíkum skiftum røkkur møguliga heilt til Føroya umvegis:

  • Atmosferiska pól-jetstreymin
  • Samspæl millum hitalagið í Stillahavinum og tropiska partin av Atlantshavinum.

 

 

Atmosferiski pól-jetstreymurin

Atmosferiski pól-jetstreymurin er ein kransur við sterkum vestanvindum uppi í 8-11 km hædd, sum ringir seg runt um norðaru jarðarhálvu. Jetstreymurin stýrir kósini hjá lágtrýstum (vetrarstormum) frá eysturstrondini á Norðuramerika og eystur yvir Norðuratlantshavið. Við El Niño støðu liggur legan hjá jetstreyminum sunnarlaga, og lágtrýstini hava tá lyndi at ferðast inn yvir Europa. Hinvegin førkar La Niña pól-jetstreymin longur norð, sum so viðførir at lágtrýstini leggja kósina norður yvir Ísland og Føroyar. Styrki og ferðaleið hjá vetrarstormunum hava avgerðandi týdning fyri veðurlagið í atmosferuni og í havinum kring Føroyar.

Samspæl millum hitalagið í Stillahavinum og tropiska partin av Atlantshavinum

El Niño ger eisini at vatnskorpuhitin við vesturstrond Afriku og Suðureuropa hækkar. Hetta kann síðani viðføra at sjógvur, ið streymar norður móti føroyskum havøki, eisini gerst heitari.

Les meiri um El Niño og La Niña í greinini “El Niño/La Niña og toskur” frá 2015.

Ávirkar El Nino/La Niña fiskastovnarnar kring Føroyar?

Tað hevur verið uppá tal at El Niño støða viðførir betri toskafiskiskap við Føroyar. Samanbering millum heildarveiðuna av toski (tøl frá ICES) og vísitøl fyri El Niño/La Niña, bendir tó ikki á nakað hagfrøðiligt samband. Hinvegin er veik ábending um, at toskur veksur skjótari í La Niña støðu, sum týðir upp á at meira føði er í sjónum slík kaldari ár. Torgreiddi spurningurin um møguligt samband millum viðurskifti í Stillahavinum og fiskastovnar á Landgrunninum er týdningarmikil, og tískil verdur at kanna neyvari. Havstovan vil gjarna samskifta við borgarar, sum halda seg kenna til slíkt samband.

Les meiri um El Niño og La Niña í greinini El Niño/La Niña og toskur frá 2015.

Fiskur

Etur makrelur yngulin hjá toski, hýsu og upsa?

Stutta svarið er “nei”.

Hvat toski, hýsu og upsa viðvíkur, so er uppvakstrarøkið hjá hesum ynglinum inni á Landgrunninum (í økjum grynri enn umleið 250 m), og yngulin er uppi í vatnsúluni frá umleið mars (tá hann verður klaktur) til juli-september (tá hann tekur botn).

Sostatt er tað bara í áðurnevnda øki og tíðarskeiði at yngulin kann etast av makreli.

Hvat makreli viðvíkur, so kemur hann ikki inn á Landgrunninum fyrrenn nakað út á summarið, og fer avstað aftur út á heystið.

Ein umfatandi kanning, sum Havstovan gjørdi í 2011-12 av meiri enn 1500 makrelum, fiskaðir á Landgrunninum í omanfyri nevndu mánaðum, vísti at makrelurin hevði ikki etið eitt einasta yngul av toski, hýsu ella upsa. Tó vóru nøkur fá rogn av fiski funnin í einstøkum magum.

Les meiri um hvat makrelur á Landgrunninum etur í greinini “Leikluturin hjá makreli á Landgrunninum” frá 2015.

Eta sild og makrelur somu føði sum toskur, hýsa og upsi?

Toskur etur nærum alt, sum hann fær fatur á. Um okkara leiðir etur hann t.d. fisk (t.d. nebbasild, svartkjaft, hvítingsbróðir), krabbadjór, lindjór og høgguslokk.

Høvuðsføðin hjá hýsu er ymisk maðkasløg, krabbadjór og tindadjór, serliga slangustjørnur, men eisini fiskur og lindjór verða etin.

Upsi etur smáan fisk, t.d. hvítingsbróðir og svartkjaft og eisini krill.

Høvuðsføðin hjá sild er reyðæti, men eisini aðrir kopepodar, krill og amfipodur kunnu vera týðandi partur av føðini. Sild kann eisini eta lítlar fiskar og fiskayngul.

Makrelur etur nærum alt, sum hann fær fatur á. Um okkara leiðir etur hann djóraæti, krill og eisini fisk og fiskayngul, t.d. nebbasild, brisling og hvítingsbróðir.

Um okkara leiðir búleikast toskur, hýsa og upsi fyri tað mesta á leiðum, sum eru grynri enn 500 m, meðan sild og makrelur í nógv størri mun liva úti á víðum opnum havi. Tó hava vit nakað av sild á Landgrunninum, og viðhvørt leitar makrelur sær inn á Landgrunnin seint um summarið.

Sostatt er tað ein lítil umskaran í føðini hjá sild, makreli, toski, hýsu og upsa. Sild á Landgrunninum og makrelur (tá hann er á Landgrunninum) eta nevniliga partvís somu føði sum toskur, hýsa og upsi (lítlan fisk og fiskayngul).

Ferðast føroyski toskurin út av Landgrunninum?

Tað er ógvuliga sjáldan at toskur á Landgrunninum fer út av Landgrunninum. Merkiroyndir vísa at bara 1 út av hvørjum 1000 toskum flyta seg til annað øki enn har teir hoyra heima.

Onkutíð verður onkur toskur fingin úti á djúpum havi, og verður tá mett, at talan er um tosk sum er farin út at reika og at hann (um hann ikki verður fiskaður) fer heim aftur til sítt fasta øki aftan á eina tíð heimanfrá. Sera lítil vitan er um hetta evnið.

Kann toskur vera semipelagiskur?

Kanningar benda á at toskur á Landgrunninum heldur seg tætt við botn (minni enn 10 m upp frá botninum) í minsta lagi 90 % av tíðini. Tað er serliga tá hann ferðast, at hann fer upp frá botninum. Toskur í køldum økjum, t.d. í Barentshavinum, kann vera munandi meira uppi í sjónum.

Hvat var orsøkin til at tað brádliga var fiskur aftur á grunnunum í seinnu helvt av nítiárunum aftaná fiskaloysi í fyrru helvt av nítiárunum?

Toskastovnurin á Landgrunninum varð hart fiskaður í 1980-unum. Hetta, saman við vánaligari tilgongd í 1985-1992, gjørdi at toskastovnurin gjørdist sera lítil í 1990-1993. Í 1993-1994 var tilgongdin framúr góð, og hetta, saman við lítlum fiskiskapi og møguliga eisini góðum náttúruviðurskiftum í sama tíðarskeiði, gjørdi at stovnarnir komu fyri seg aftur upp á stutta tíð.
Sostatt gjørdist toskastovnurin longu í 1994 størri enn hann var í 1987.

Leggjast kann aftrat, at hendan økingin í toskastovninum í 1993-1994 var serstøk á tann hátt, at eingin annar toskastovnur í Norðuratlantshavi vísti nakað slíkt. Heldur ikki hevur toskastovnurin á Landgrunninum víst nakra slíka uppgongd eftir 2007. Tað tykist sum at toskastovnurin hevur størstan møguleika at koma fyri seg, um hann ikki er vorðin heilt lítil og at náttúruviðurskifti samstundis eru góð. Eisini tykist tað vera ein fyrimunur, um veiðitrýstið er lágt.

Les meiri um veiðu, stovnsstødd og tilgongd hjá toski á síðuni toskur á Landgrunninum.

 

Fær Havstovan nakrantíð toskamerkir úr øðrum havøkjum enn av Landgrunninum?

Tað komu nøkur heilt fá toskamerkir aftur frá øðrum havøkjum enn av Landgrunninum um aldarskiftið eftir at sera nógvur toskur varð merktur í 1997-1999. Hesir fiskarnir vóru fingnir fram við norsku strondini, í Barentshavinum og Norðsjónum.

Stovnsmetingar

Fyri hvørji fiskasløg ger Havstovan stovnsmetingar?

Í samstarvi við ICES ger Havstovan stovnsmetingar fyri fiskasløgini víst í hesi talvuni.

Fiskamerkir

Eg havi fingið ein merktan fisk. Hvussu geri eg við hann?

Lat okkum merkið og fiskin. Tú fært góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har tú verður við í einum árligum  lutakasti um 12.500 kr.

Vegleiðing er her.

Sæð okkurt spennandi?

Hevur tú fingið ein sjáldsaman fisk ella sæð okkurt annað áhugavert, vilja vit fegin frætta.