{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Stinglaksur

Aphanopus carbo

Stinglaksur er langur og mjáur fiskur, hann er væl hægri, enn hann er breiður. Hann hevur eina ryggfjøður, har fremri parturin hevur harðar teinar og aftari bleytar. Eitt týðiligt skarð er millum harða og bleyta partin.

Fremst á gotfjøðurini er ein vælvaksin, afturábendur píkur. Gotfjøðurin er styttri enn aftari parturin av ryggfjøðurini og byrjar aftari. Serliga klænur er hann um klingruna. Hann hevur lítlan, sýldan stert. Hann hevur ikki búkfjaðrar. Høvdið er langt, lágt, smalt og spískt. Kjafturin er stórur við stórum, spískum og ógvuliga hvøssum tonnum. Hann hevur stór eygu og onga roðslu.

Útbreiðsla

Undir Føroyum er hann við bankarnar vestanfyri, onkur hendinga er fingin eystanfyri, er annars báðumegin í Atlantshavinum, suður til umleið 30°N. Hann er eisini mitt úti í Atlantshavinum við bankar og ryggir.

Longdarbýti í føroysku veiðuni

Tilmæli

Stødd

Stinglaksur verður upp í 110 cm til longdar, møguliga enn longri.

Dýpi

Stinglaksur er úr 200 m niður á 1600 m ella djúpari. Hann er bæði botnfiskur og uppsjóvarfiskur, um náttina er hann uppi í sjónum.

Litur

Óskalaður er hann svartur og skyggir sum kopar. Trolveiddur fiskur hevur oftast mist tað mesta av skræðuni, og tá sæst inn á tann hvíta fiskin.

Eyðkenni

Kropsskapið er líkt svørðsblaði. Tenninar. Pík við gotið. Lítli sterturin. Skarðið í ryggfjøðurini yvir gotinum.

Týdningur

Nakað verður veitt av honum undir Føroyum. Eisini verður hann veiddur í Spania, Portugal og Madeira.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Stinglaksur
Lat:Aphanopus carbo
Azo:Peixe-espada-preto
Can:Aphanope charbon
Dan:Sort sabelfisk
Eng:Black scabbardfish
Fra:Sabre noir, Ophanope carbon
Ísl:Stinglax
Nor:Dolkfisk
Pol:Palasz czarny
Por:Espada preta, Peixe espada preto
Rus:Ugolnaya-ryba-sablya
Spa:Sable negro
Sve:Dolkfisk
Týs:Schwarzer Degenfisch
USA:Black scabbardfish

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…