{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Rísna langasporl

Macrourus berglax

Rísna langasporl hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er lítil, men høg og situr heilt fram móti nakkanum. Hin aftara er lág og long, gongur heilt aftur á sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurina, ið er næstan eins long og ryggfjøðurin. Frá gotinum og aftur á sporlsendan smalkar fiskurin javnt, og stertur er eingin. Tað hevur stórt høvd, um 20% av heildarlongdini og stór eygu. Roðslan er hvøss. Rísna langasporl hevur myrkan blett við gotið og millum búkfjaðrarnar. Gronin er líka long sum eygnatvørmátið. Tað hevur ein beinkamb hvørjumegin á høvdinum, undir eyganum og oman fyri kjaftin.

Útbreiðsla

Rísna langasporl er við Svalbarð til Bergensleiðina, Íslands, Vesturgrønlands, Labrador til Massachusetts. Undir Føroyum er tað sunnanfyri, út av Munkagrunninum, Bankarygginum og bankunum vestanfyri og suður á Hattonbanka.

Stødd

Tað verður minst 110 cm langt.

Dýpi

Rísna langasporl er úr umleið 100 m niður á 3000 m.

Litur

Rísna langasporl er myrkagrátt ella øskugrátt um bakið og fjaðrarnar og silvurgrátt undir búkinum. Trolveitt hevur tað mist flestar litir og tykist hvítgrátt.

Eyðkenni

Tann sera rísna roðslan, og beinkamburin á høvdinum. Tað hevur ikki roðslu undir trantinum. Rísna langasporl er høvuðstórt og bulmikið.

Týdningur

Nakað verður veitt av rísna langasporli.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Rísna langasporl
Lat:Macrourus berglax
Dan:Nordlig skolæst
Eng:Onion-Eye grenadier, Rattail, Roughhead grenadier
Fin:Isolestikala
Fra:Grenadier gris
Grø:Ingmingoak, Imingoak, Imminnguit, Ingminniset, Tupissutit
Ísl:Snarpi langhali, Snarphali
Nor:Isgalt
Rus:Severnyj dlinnochvost
Sve:Fabricius långstjärt
Týs:Grenadierfisch

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…