Nú síggjast nósar
Eyðkendu hvítu nósarnir, ið av og á síggjast søkja sær skjól inn á firðum og sundum um heystið, deila óhepnu støðuna at verða skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir mist sambandið við opnuna. Lagnan hjá hesum nósum er óviss.
Láturkópur nørist frá hálvum september og til jóla. Opnan leggur nósan á vardum stað í urðum og á látrum. Nósar koma í verðina við hvítari hvølpaull, ið teir líðandi loðsa komandi tríggjar vikurnar. Legst uppgangur, so skola teir nósar, ið liggja ábart fyri, út av látrunum. Ullin darvar, og teir flestu nósar yngri enn eina viku drukna. Hava teir sogið opnuna nakað longur, so hava teir betur møguleika at klára seg. Nósin er fullborðin, tá hann hevur sogið í 18 dagar. Eftir hetta makast opnan og fer frá nósanum endaliga, ið hereftir klárar seg sjálvan.
Nósar bíta gjarna frá sær og kunnu bera keðiliga ígerðarsjúku, og tí er sera umráðandi altíð at halda frástøðu og lata nósarnar passa seg sjálvar. Tað verður frámælt at taka nósar heim at passa, einamest tí at tað er ein ávísur vandi fyri at verða bitin, og somuleiðis tí tað verður ikki mett at hava nakra gagnliga ávirkan á kópastovnin. Sjálvt um tað kann vera hjartanemandi at síggja ein hjálparsleysan nósa, so er frægari í hesum føri at lata náttúruna passa sær sjálvari.
Viðkomandi tíðindi
Merktur grindahvalur kavar djúpt
Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyri ein grindahval, merktur í Føroyum.…
Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir. Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er hon nú komin suður á 52.…
Merktu grindirnar tætt saman
Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra, hóast fjarstøðan eina løtu…
Nú eru tvær merktar grindir
Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgisveinasendarar…