Bláaskøta
Neoraja caerulea
Tranturin er ógvuliga stuttur og kubbutur. Ravarnir eru nógv rundaðir og nakað innbendir framman, útbendir aftan. Skivan er sum heild rundvaksin. Halin er væl longri enn skivan. Heldur hvøss um alt bakið. Upp í 12 smáir píkar eru við hvørt eygað, 1-3 á hvørji øksl, 4-6 píkar mitt millum akslarnar, og meira ella minni óregluligt rað av píkum, 33-58 mitt eftir bakinum og út til ytsta triðing av halanum. Á ravunum er eitt band av smáum hvøssum naddum sum sandpappír. Á blindusíðu er hon sløtt. Halasíðurnar eru hvassar. Ryggfjaðrarnar eru mestsum samanvaksnar. Stertur er næstan eingin.
Útbreiðsla
Hon er fingin í syðra parti í føroyskum sjóøki, suður av Lúsabanka og Ytrabanka. Er annars bert fingin í hellingunum undir Føroyum til Bretagne og í hellingunum í Rockallrennuni.
Stødd
Bláaskøta verður í mesta lagi 30 cm long, og hon er helst minsta skøta, ið er undir Føroyum.
Dýpi
Hon er botnfiskur úr umleið 600 metrum niður á 1260 metra dýpi.
Litur
Á bakinum er hon viólblá, viðhvørt er ein farri av brúnligum. Um halan eru 6-9 tvørbond. Blindasíða er oftast hvítlig, við brúnsvørtum kantum á skivuni og á aftara enda á búkfjaðrunum. Dimmir blettir eru mitt undir skivuni. Undir halanum er hon ljós. Onkrar skøtur eru dimmlittar undir skivuni.
Eyðkenni
Støddin, eingir píkar eru á aftasta triðingi á halanum, liturin á bakinum og avrundaða kropsskapið eyðkenna bláuskøtu.
Týdningur
Bláaskøta hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Bláaskøta |
Lat: | Breviraja caerulea |
Eng: | Blue ray |
Fra: | Raie bleue |
Ísl: | Bláskata |
Ned: | Blauwe dwergrog |
Spa: | Raya azul |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…