{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hýsa

Melanogrammus aeglefinus

Hýsa er virðismikil fiskur, sum verður nógv veidd. Øll hýsa undir Føroyum verður mett sum ein stovnur.

Hýsa hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Fremsta ryggfjøðurin er eitt sindur høg, stutt og spísk. Búkfjaðrarnar eru heldur smalar og sita fremri enn fremsta ryggfjøður. Uggafjaðrarnar sita eins frammarlaga og fremsta ryggfjøður, og tær røkka aftur til mittastu ryggfjøður. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er svørt og er bogin oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur lítlan kjaft, yvirbit og lítla finnu.

Gótt eyðkenni er tann dimmi bletturin beint oman fyri og aftan fyri uggafjøðurina.

Hýsa verður upp í umleið 112 cm long. Elsta aldursgreinaða hýsa undir Føroyum var 17 ár.

Útbreiðsla

Hýsa er við Novaja Semlja, í Hvítahavinum, við Svalbard, suður í Kattegat og Norðsjógvin til Biskeiavíkina, undir Føroyum og Íslandi, frá Nýfundlandi til Cape Hatteras. Hýsa er sjáldsom í Grønlandi.

Hýsa er vanlig bæði á Landgrunninum, Føroyabanka, Ytrabanka og Ytstabanka og er fingin frá heilt grunnum vatni inni við land og niður ímóti 600 m dýpi; tað er tó sjáldsamt at fáa hýsu djypri enn 450 m.

Tað eru ábendingar um at hýsan á Landgrunninum og Føroyabanka eru atskildir stovnar, líka sum toskurin, men enn eru hvørki ílegu- ella merkingarkanningar gjørdar fyri at staðfesta hetta.

Veiða

Inntil miðskeiðis í 1950-unum vóru tað mest bretar sum fiskaðu hýsu undir Føroyum. Í 1950-unum vaks føroyski parturin av hýsuveiðuni munandi, og eftir at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977, hava føroyingar sjálvir fiskað meginpartin av hýsuni undir Føroyum.

Hýsuveiðan hevur sveiggjað nógv seinastu øldina. Hon hevur í miðal verið góð 11 túsund tons um árið.

Longdarbýti í føroysku veiðuni
Aldursbýti í føroysku veiðuni

Stovnsmeting

Havstovan ger á hvørjum ári stovnsmeting av hýsu undir Føroyum. Stovnsmetingin verður síðani góðskumett og endaliga góðkend á einum arbeiðsfundi hjá ICES.
Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðinum 2008-2017 so lítil, at serlig verjutiltøk vóru neyðug.

Hýsustovnurin kom fyri seg í 2018, og hevur verið í vøkstri síðani. Vøksturin í gýtingarstovninum kemst serliga av 2016- og 2017-árgangunum, sum eru mettir at vera størri enn miðal.

Stovnsmetingarúrslit
Veiða

Veiðan av hýsu er mett at vera burðadygg, og hevur ligið undir tilmældu veiðuni frá ICES síðani 2020. Í 2024 er tilmælda veiðan 12145 tons.

Tilgongd

2016- og 2017-árgangirnir av hýsu eru mettir at vera yvir miðal og viðførdu vøkstur í gýtingarstovninum eftir 2018. Ábendingar eru um at 2023-árgangurin eisini er yvir miðal.

Veiðutrýst

Veiðutrýstið, sum er lutfallið millum veiðu og biomassa av 3-7 ára gamlari hýsu, hevur ligið oman fyri tað, sum gevur mest varandi veiðu (Fmsy) síðani í 1970-unum. Veiðan hevur tó verið undir fyrivarnisveiðutrýstinum (Fpa) meginpartin av hesum tíðarskeiðnum, tó var veiðutrýstið oman fyri hetta mark í 2019 og 2020.

Gýtingarstovnur

Gýtingarstovnurin av hýsu minkaði ógvusliga mitt í 00-unum og var í tíðarskeiðinum 2008-2017 so lítil, at serlig verjutiltøk vóru neyðug. Stovnurin kom upp um hetta markið í 2018 og hevur verið í vøkstri síðani. Gýtingarstovnurin var mettur at vera 50 túsund tons í 2022.

Tilmæli

Fiskidagar 2025, Havstovan

16.12.2024

Tilmældir fiskidagar 2025 Bólkur 2 5498 Bólkur 3 1425 Bólkur 4 2191 Bólkur 5 5481 Føroyabanki 150 Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er e…

Hýsa 2025, ICES

29.11.2024

Tilmæld veiða í 2025: 12.204 tons Tilmælið fyri hýsu í 2025 er 12.204 tons, ella umleið tað sama, sum varð tilmælt fyri fiskiskapin í 2024. Í 2018 kom…

Fiskidagar 2024, Havstovan

19.12.2023

Tilmældir fiskidagar 2024 Bólkur 2 6109 Bólkur 3 1583 Bólkur 4 2434 Bólkur 5 6090 Føroyabanki 150 Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska l…

Hýsa 2024, ICES

24.11.2023

Tilmæld veiða í 2024: 12.145 tons ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2024 kann vera í mesta lagi 12.145 tons. Hetta er ein øking á 3% í mun til tilmæ…

Fiskidagar 2023, Havstovan

14.12.2022

Tilmældir fiskidagar 2023 Bólkur 2 4267 Bólkur 3 2204 Bólkur 4 3715 Bólkur 5 9456 Føroyabanki 200 Havstovan mælir til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri…

Hýsa 2023, ICES

29.11.2022

Tilmæld veiða í 2023: 11.853 tons ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2023 kann vera í mesta lagi 11.853 tons. Hetta er ein øking á 37% í mun til tilm…

Fiskidagar 2022, Havstovan

14.12.2021

Tilmældir fiskidagar 2022 Bólkur 2 6475 Bólkur 3 2320 Bólkur 4 3911 Bólkur 5 9954 Føroyabanki 200 Mælt verður til at tillutaðu fiskidagarnir fyri Bólk…

Hýsa 2022, ICES

30.11.2021

Tilmæld veiða í 2022: 8.639 tons ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2022 kann vera í mesta lagi 8.639 tons og er hetta ein minking upp á 24% í mun ti…

Lívfrøði

Hýsa verður roknað sum botnfiskur.

Vøkstur

Vøksturin á hýsu undir Føroyum er rættiliga ymiskur. Vøksturin er minstur á bankunum eystanfyri, serliga á Sandoyarbanka, og økist so vestureftir; besti vøksturin er á Føroyabanka.

Hýsa veksur umleið 10 cm um árið, frá hon er 1 ára gomul til hon er kynsbúgvin sum umleið 3 ára gomul. Eftir hetta veksur hon 5 cm um árið til hon er umleið 8 ár, tá avtekur vøksturin rættiliga nógv. 4 ára gomul hýsa er um 47 cm og 7 ára gomul um 67 cm til longdar.

Tann elsta aldursgreinaða hýsan á Havstovuni var 17 ár og 71 cm long. Tó verður hýsa undir Føroyum sjáldan eldri enn 10 ár.

Aldurin hjá hýsu verður staðfestur við at telja árringar í nytrunum. Aldurin verður lisin av skornari nytru, sum er stoypt inn í ein svartan plastikkbkokk og síðani skorðin ígjøgnum kjarnuna á nytruni. Nytran á hýsu er lutfalsliga stór.

Kynsbúning

Í miðal gýtir helvtin av hýsuni fyrstu ferð umleið 2,5 ára gomul; tá er hon um 37 cm til longdar.

Gýting

Hýsa gýtir víða um í føroyskum sjógvi, bæði inni á summum firðum og á Landgrunninum og bankum. Tað mesta av gýtingini er tó á trimum lutfalsliga víðum økjum norðan-, eystan- og vestanfyri, á einum minni øki sunnanfyri og á Føroyabanka. Gýtingarøkini eru tó ikki so avmarkað, sum tey hjá toski, og tykjast vera rættiliga skiftandi ár undan ári. Gýtingardýpið er 50-200 m, fyri tað mesta djúpri enn 100 m.

Høvuðsgýtingarøkini hjá hýsu
Yngul og ungfiskur

Eftir gýtingina flotna rognkornini upp í sjógvin og verða spjadd við rákinum kring landgrunn og bankar; sama er við larvunum. Yngulin er uppi í sjónum í nakrar mánaðir, men í tíðarskeiðinum juli-september leitar hann niður á botn á umleið 90-200 m dýpi.

Føði

Høvuðsføðin hjá hýsu er ymisk maðkasløg, krabbadjór og tindadjór, serliga slangustjørnur, men eisini fiskur og lindjór verða etin.

Ferðing

Hýsa við Føroyar flytir ikki til og frá øðrum havøkjum, og undir Føroyum er hon rættiliga støðuføst. Hýsan kann fara á bæði harðbotn og bleytan botn, men er kanska serliga nógv á bleytum botni. Tað tykist, sum um tað er útboðið av føði, ið er avgerandi fyri vali av botni. Av og á leitar hýsan, serliga ungfiskurin, upp í sjógvin eftir føði.

Litur

Hýsa er dimm um bakið, grá ella blágrøn. Hon er ljós um síðurnar, ofta silvurblonk, og undir búkinum er hon hvít, gráhvít. Hon hevur ein dimman blett á síðunum oman fyri uggafjaðrarnar. Summar hýsur hava smáar, gráar blettir ovarlaga á síðunum.

Umrokningartalva út frá støddarbólkum

Umrokningartalva út frá støddarbólkum. Virðini byggja á tøl fyri árini 2009-2013. Aftasta kolonnan sigur,
hvussu stórur partur av fiskinum í ymsu støddarbólk unum væntandi hevur gýtt minst einaferð.

Kruvd vekt (kg)

Aldur (ár)

Longd (cm)

Búgvin %

Stødd 1

2,0+

7-11+

59-68+

100%

Stødd 2

1,0-2,0

4-9

49-59

97-100%

Stødd 3

0,5-1,0

3-7

40-49

73-100%

Stødd 4

0,3-0,5

2-4

33-39

9-73%

Stødd 5

< 0,3

1,5-2

28-32

0-9%

Nøvn á fiski á øðrum máli
MálNøvn
Før:Hýsa, Hýsukálvur, Torrahýsa
Lat:Melanogrammus aeglefinus
Dan:Kuller
Eng:Haddock, Calfie, Cameral, Chat, Chats, Gibber, Gibbers, Haddie, Haddo breaks, Jumbos, March caulin, Nockies, Norrie, Pinger, Pingers, Pipe, Powee
Fin:Kolja
Fra:Églefin, Aiglefin, Âne, Anon, Bourricot, Calever, Calévès, Habillot, Lieu, Saint Pierre
Gri:Bakaliáros
Ísl:Ýsa
Ita:Asinello, Eglefino
Jap:Neriseihin, Fureku, Kitataiseiyo tara, Montsukidara
Ned:Schelvis, Kuller, Schelviskuller
Nor:Hyse, Kolje
Pol:Plamiak a lupscz, Lupacz, Tupacz – Tupaks
Por:Arinca, Bacalhau, Gado, Pescada
Rus:Piksha, Pikša, Pikšuj
Spa:Eglefino, Anon, Burrico pescadillo, Liba
Sve:Kolja, Kalja
Týs:Schellfisch
USA:Haddock

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

14.03.2024

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…

Tilmæli 2024

19.12.2023

Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

24.11.2023

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovn…

Merking av fiski á Føroyabanka

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…