
Sævarangi
Normichthys operosus
Bulurin er høgur og nakað smalur aftur til gotið. Ryggfjøður er ein, og hon situr væl aftan fyri miðjuna á fiskinum. Gotfjøðurin situr eitt vet aftari og kemur aftur til tað smalasta á klingruni. Smáar búkfjaðrar sita beint aftan fyri miðjan fiskin, aftur móti gotfjøðurini. Uggafjaðrarnar eru smáar og sita nakað niðarlaga á ugganum. Ein lítil naddi, angi, er í skræðuni beint oman fyri uggafjøðurina. Sævarangi hevur stórt høvd, umleið ella minni enn 1/3 av standardlongdini. Kjafturin kemur ikki aftur um eygað. Hann hevur nakað spíska gron, hon er líka long sum eygnatvørmátið. 2-4 stór og fleiri smá hol eru inn í skræðuna uppi við nakkan, oman fyri kápuna. Strikan er bein.
Útbreiðsla
Hann er út av Lúsabanka til Asoroyggjar og Norðurportugals. Úr Davisfirði til Florida, í Grønlandsfirði, sunnan fyri Ísland til Angola í Útsynningsafrika.

Stødd
Sævarangi verður upp í 16 cm.
Dýpi
Hann er á umleið 1000 metra dýpi.
Litur
Hann er dimmbrúnur.
Eyðkenni
Tættvaksni, lítli fiskurin, stóra høvdið, tann lítli angin yvir uggafjøðurini, holini í skræðuni oman fyri kápuna, og kjafturin kemur ikki aftur um eygað.
Týdningur
Sævarangi hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Sævarangi |
Lat: | Normichthys operosus |
Eng: | Multipore searsid |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…