
Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni.
Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024 í mun til undanfarnu tvey árini. Tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1983-2024) eru nøgdirnar undir miðal fyri tosk, nebbasild og hvítingsbróðir, men yvir miðal fyri hýsu. Eisini er miðalstøddin av hesum sløgum eitt vet minni í ár enn miðalstøddin fyri alt tíðarskeiðið. Kanningarnar í ár byrjaðu eina viku fyrr enn vanligt er og møguliga ávirkar hetta úrslitini, serliga fyri nebbasild, sum skal hava eina ávísa stødd fyri at verða fingin í trolið. Stórur munur var á nøgdini í ymsu økjunum. Størstu nøgdirnar av yngli vóru vestanfyri og í útnyrðingspartinum av Landgrunninum.
Hinvegin, so var nógv av plantuæti á Landgrunnnum. Nøgdirnar inni á Landgrunninum vóru umleið tríggjar ferðir størri enn uttan fyri Landgrunnin og fyribils er vísitalið fyri gróðurin higartil í ár væl yvir miðal.
Á Føroyabanka vóru nøgdirnar av toskayngli í fjør methøgar. Væl minni av toskayngli er at fáa í ár, men tó eru nøgdirnar yvir miðal, tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1991-2024). Nøgdirnar av hýsuyngli eru væl yvir miðal, meðan lítið er av nebbasildayngli á Føroyabanka.
Lítið var av plantuæti á Bankanum og nøgdirnar vóru bæði smærri enn á Landgrunninum og í havøkinum rundan um Bankan.
Les alla túrfrágreiðingina her.
Viðkomandi tíðindi

Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
26.06.2025
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at tal…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
06.05.2025
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
27.03.2025
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Sæð serliga hvalspýggju
07.11.2024
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Inga framløgu um djóraæti
13.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Minni av toskayngli í ár
15.08.2024
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…