{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nevdregil

Nerophis ophidion

Hann er langur og klænur. Hann hevur eina ryggfjøður, ið situr framman fyri miðjuna. Gotið situr undir fremru helvt á ryggfjøðurini. Tjúkkastur er hann framman fyri ryggfjøðurina. Aftanfyri smalkar hann aftureftir út í spíss. Hann hevur hvørki stert ella uggafjaðrar. Ringar eru tvørtur um kroppin, 28-32 framman fyri gotið og 68-82 aftanfyri. Høvdið er lítið afturímóti á øðrum sjónálum, og tað er tranturin eisini.

Útbreiðsla

Hann er frá Vestur- og Suðurnoregi til Marokko. Við Bretsku Oyggjarnar og í Biskeia, Skagerrak, Kattegat og inn í Eystarasalt. Í Miðjarðarhavinum fram við landi og í Svartahavinum. Nevdregil er ikki sæddur undir Føroyum síðan 1866, tá tveir sigast at vera fingnir her.

Stødd

Kvennfiskar verða upp í 30 cm langir, og kallfiskar verða upp í 29 cm langir.

Dýpi

Nevdregil er inni við land í taranum, úr 2 m niður á 15 m dýpi.

Litur

Hann er brúngrønur um bakið. Ljósagrønur um síðurnar, onkuntíð blettutur.

Eyðkenni

Hann er ógvuliga klænur fiskur. Gotið og lítla høvdið.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Nevdregil, Sjónál
Lat:Nerophis ophidion
Dan:Stor næbsnog
Eng:Straightnose pipefish
Fin:Siloneula
Fra:Nérophis ophidion, Nerophis
Ísl:Sænál
Ita:Pesce ago sottile, Nerofide cristata
Nor:Liten havnål, Lita havnål, Slangenål
Por:Cavallo marinho pequeno
Rus:Morskaja igla ryba
Spa:Caprachito venenoso
Sve:Mindre havsnål, Vanlig havsnål
Týs:Kleine Schlangennadel

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira