{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Skrubbhávur

Centrophorus squamosus

Skrubbhávur er rundligur um kroppin, tjúkkastur um bulin. Hann hevur tvær ryggfjaðrar umleið somu stødd, men skapið er ymiskt, tann fremra heldur lægri og longri, hin aftara nakað tríkantað og hægri. Innara hornið á uggafjaðrunum er nærum rættvinklað. Hvítgráur píkur er framman fyri báðar ryggfjaðrarnar, tann aftari er heldur størri. Høvdið er umleið 17% av heildarlongdini. Gronin hevur nakað hvassar kantar, er stutt, bert lítið longri enn eygnaholulongdin. Hann er gráhvítur inni í kjaftinum. Tenninar eru í yvirkjaftinum spískar í 2-3 røðum. Í undirkjaftinum sagtenn í tveimum røðum. Eyguni eru stór og andahol er aftan fyri tey. Skræðan er ruflut, tent, og tað kennist sum perludúkur, tá strokið verður aftur eftir fiskinum, og hakar í, tá ið strokið verður fram eftir fiskinum.

Útbreiðsla

Skrubbhávur er frá Suðurafrika norður við strondum Evropa, langt út í Atlantshav norður til Íslands, eystur til Noregs og inn í Norðsjógvin. Í vestara parti av Kyrrahavinum, við Nýsæland og Avstralia. Undir Føroyum er hann vanligur sunnanfyri og vestanfyri.

Stødd

Kvennfiskarnir verða upp í 160 cm. Kallfiskarnir eru minni.

Dýpi

Skrubbhávur er mest við botnin, úr 230 m niður í 2000 m, undir Føroyum er hann sjáldan djúpari enn 1000 m.

Litur

Hann hevur javnan dimman lit um allan kroppin, men liturin kann vera ymiskur frá fiski til fisk. Vanliga er hann grábrúnur, men eisini dimt stálgráur, reyðgráur, sandgráur ella reyðbrúnur. Serliga kallfiskarnir eru ofta dimmstálgráir.

Eyðkenni

Skapið á ryggfjaðrunum, hornið á uggafjøðurini, stutta gronin, fastur og stívur at føla, ’tungur’ fiskur.

Týdningur

Skrubbhávur verður seldur á fiskamarknaðunum í Evropa.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Skrubbhávur
Lat:Centrophorus squamosus, Lepidorhinus squamosus
Azo:Lixa de escama
Dan:Brun pighaj, Brunhaj
Eng:Leafscale gulper shark
Fra:Squale chagrin del’Atlantique, Requien chagrin
Ísl:Rauðháfur
Jap:Momijizame
Ned:Schubzwelghaai
Nor:Brunhå
Pol:Kolen czerwony
Por:Lixa, Lixa de pau, Quelve negro, Sapata preta
Spa:Quelvacho, Qvelvacho negro, Qvelve negro
Sve:Brun pigghaj
Týs:Brauner Dornhai, Blattschuppiger Schlingarhai

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira