{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Havsúrgan

Síðan íðnaðarkollveltingina er ein rúgva av CO2 (koltvíilta ella koltvísúrni) latin út í luftina, og tað hevur fingið veðurlagið til at hitna.

Havið tekur CO2 frá luftini og hevur tikið umleið ein triðing av tí CO2 , sum vit menniskju hava latið út.

Føroysku havleiðirnar og norðari partur av Atlantshavi hava serligan týdning í hesum sambandi, tí her søkkur sjógvur niður á stór dýpi. Hann ber CO2 við sær, sum minkar um CO2 innihaldið í luftini og avmarkar veðurlagsbroytingarnar.

CO2 elvir til havsúrgan

Tá CO2 kemur niður í havið, broytist tað, og tað hevur við sær, at havið verður súrari. Hetta verður nevnt “havsúrgan” (ocean acidification á enskum). Vanliga mátið fyri súrgu er “pH”, har eitt lágt pH-virði merkir nógva súrgu. At havið verður súrari, sæst tí við, at pH minkar. Roknað verður við, at havsúrgan fer at fáa týðandi avleiðingar fyri havsins livandi verur og teirra vistskipanir.

Orsøkin til, at CO2 elvir til havsúrgan, er, at tað hevur kolevni (C) í sær, og nýliga er Havstovan farin undir regluligar kanningar av pH og kolevni í føroyskum havøki. Endamálið við hesum kanningum er (1) at skilja tær broytingar í havsins pH, sum kunnu skaða lívið í havinum kring okkum og (2) fylgja teimum  broytingum í havsins kolevnisgoymslum, sum ávirka heimsins veðurlag.

Tá CO2 kemur niður í havið, broytist tað, og tað hevur við sær, at havið verður súrari.

Árin av havsúrgan

Ymsastaðni í heimi er ein røð av árinum ávíst, sum kunnu órógva margfeldi, vistskipanir og matvørutrygd. Serligan týdningi fyri Føroyar hevur tað at skilja, hvussu havsúrgan ávirkar gróðurin av plantuplanktoni, livilíkindi hjá fiskalarvum, haldførið á korallum (sum eru týðandi uppvakstrarøki hjá fiski) og aling.

Máting av havsúrgan

Vanliga verður havsúrgan mátað sum minking av pH-virði yvir nøkur áratíggju ella longur, sum stavar frá upptøku av CO2 úr luftini.

Neyvar mátingar av pH og kolevni í havinum eru beinleiðis ískoyti til heimsmál nummar 14 hjá ST um burðardygga menning (United Nations Sustainable Development Goals: SDG 14), sum snýr seg um lívið í havinum. Serstakliga vendir hetta sær til part 14.3, sum hevur til endamáls at minka um avleiðingarnar av havsúrgan.

Altjóða felagskapurin GOOS (The Global Ocean Observing System) hevur eyðmerkt kolevnismátingar í havinum at vera millum teirra, sum hava avgerandi týdning (Essential Ocean Variable) fyri at kunna skilja, hvussu havið verður ávirkað av veðurlagsbroytingunum.

Við regluligum mátingum av pH og kolevni kann Havstovan sostatt fylgja teimum broytingum í okkara havøki, sum kunnu órógva tess livandi tilfeingi, samstundis sum vit geva okkara ískoyti til altjóða royndir at fylgja, hvussu havsins evnafrøði verður ávirkað av veðurlagsbroytingunum.

Viðkomandi tíðindi

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan

13.02.2025

Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri

26.08.2024

Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024)  níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?

10.04.2024

Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?

15.02.2024

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar

17.08.2023

Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …

Hitabylgja í havinum

29.06.2023

Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði

20.03.2023

21. august – 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av No…