{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Toskur á Landgrunninum

Gadus morhua

Undir Føroyum eru tveir serstovnar av toski, toskurin á Landgrunninum og toskurin á Føroyabanka. Harumframt er toskur av íslendskum uppruna vanligur á Íslandsrygginum.

Toskur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar, ið allar eru nakað avrundaðar í skapi. Strikan er nakað bogin yvir uggafjøðurini. Hann er klænur um klingruna, og sterturin er beinur aftan. Hann hevur yvirbit. Finnan er líka long sum eygnatvørmátið. Gotið er undir fremra enda á mittastu ryggfjøðurini. Kjaftklovin kemur aftur undir fremru trom á eygnasteininum.

Strikan og smáu blettirnir eru góð eyðkenni.

Toskur verður upp í 180-200 cm, vanliga 50-120 cm. Elsti aldursgreinaði toskur undir Føroyum var 30 ár.

Útbreiðsla

Toskur á Landgrunninum er ógvuliga støðugur og finst frá vatnskorpuni niður á í minsta lagi 600 metrar. Merkingarroyndir og íløgukanningar hava víst, at toskurin á landgrunninum og toskurin á Føroyabanka eru tveir sjálvstøðugir stovnar. Lítil vitan er um stovnsuppbýtiðhjá toski á Ytrabanka/Bill Baileybanka og Ytstabanka/Lúsabanka.

Útbreiðsluøkið er grønt, gýtingarøkið gult og uppvakstrarøkið brandgult.

Veiða

Toskaveiðan undir Føroyum lá støðugt millum 20 túsund og 40 túsund tons í nærum eina øld (uttan undir seinna heimsbardaga). Toskaveiðan fór heilt niður um 6 túsund tons fyrst í nítiárunum, men góðir árgangir mentu stovnin skjótt aftur. Síðani 2004 hevur veiðan nærum hvørt ár verið undir 12 túsund tons, og nøkur ár heilt niðri á sama stigi, sum fyrst í nítiárunum. Hetta er nakað av tí minsta, sum hevur verið fiskað ta seinastu øldina.

Eftir at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977, hava føroyingar sjálvir fiskað at kalla allan toskin undir Føroyum.

Longdarbýti í føroysku veiðuni
Aldursbýti í føroysku veiðuni

Stovnsmeting

Toskurin á Landgrunninum verður stovnsmettur í ICES hvørt ár, og tvey tilmæli verða gjørd; eitt av ICES og eitt av Havstovuni.

Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004. Í 2018 var toskastovnurin oman fyri lágmarksstødd av gýtingarstovninum, men síðan 2019 hevur stovnsmetingin víst, at stovnurin er aftur undir hesum marki.

Stovnsmetingarúrslit
Veiða

Veiðan av toski er ikki mett at vera burðadygg. ICES tilmælti í 2022 at eingin toskur skuldi verða veiddur á Landgrunninum í 2023 og 2024.

Tilgongd

Tilgongdin av toski hevur verið vánalig síðstu árini.

Veiðutrýst

Síðani 2017 hevur veiðutrýstið verið hægri enn tað, sum er tilmælt, fyri at stovnurnin verður veiddur burðardygt.

Gýtingarstovnur

Í 2018 og 2019 var toskastovnurin oman fyri lágmarksstødd av gýtingarstovninum, men síðan tá hevur stovnsmetingin víst, at stovnurin er aftur undir hesum marki.

Tilmæli

Fiskidagar 2025, Havstovan

16.12.2024

Tilmældir fiskidagar 2025 Bólkur 2 5498 Bólkur 3 1425 Bólkur 4 2191 Bólkur 5 5481 Føroyabanki 150 Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er e…

Toskur á Landgrunninum 2025, ICES

29.11.2024

Tilmæld veiða í 2025: 2.848 tons Tilmælið fyri tosk á Landgrunninum í 2025 er 2.848 tons. Í nýggjastu stovnsmetingini eru tekin um bata í mun til unda…

Fiskidagar 2024, Havstovan

19.12.2023

Tilmældir fiskidagar 2024 Bólkur 2 6109 Bólkur 3 1583 Bólkur 4 2434 Bólkur 5 6090 Føroyabanki 150 Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska l…

Toskur á Landgrunninum 2024, ICES

24.11.2023

Tilmæld veiða í 2024: 0 tons ICES mælir til als onga veiðu av toski á Landgrunninum, eins og í 2023. Toskur á Landgrunninum var í fjør mettur at vera …

Fiskidagar 2023, Havstovan

14.12.2022

Tilmældir fiskidagar 2023 Bólkur 2 4267 Bólkur 3 2204 Bólkur 4 3715 Bólkur 5 9456 Føroyabanki 200 Havstovan mælir til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri…

Toskur á Landgrunninum 2023, ICES

29.11.2022

Tilmæld veiða í 2023: 0 tons ICES mælir til, at toskur ikki verður fiskaður á Landgrunninum næstu tvey árini. Toskastovnurin á Landgrunninum hevur ver…

Fiskidagar 2022, Havstovan

14.12.2021

Tilmældir fiskidagar 2022 Bólkur 2 6475 Bólkur 3 2320 Bólkur 4 3911 Bólkur 5 9954 Føroyabanki 200 Mælt verður til at tillutaðu fiskidagarnir fyri Bólk…

Toskur á Landgrunninum 2022, ICES

30.11.2021

Tilmæld veiða í 2022: 2.206 tons ICES mælir til, at veiðan av toski í 2022 kann vera í mesta lagi 2.206 tons og er hetta ein minking upp á 65% í mun t…

Lívfrøði

Toskur er botnfiskur.

Vøkstur

Longd móti vekt fyri allar støddir av landaðum toski sæst niðanfyri. Miðalvektin á 60 cm longum toski í kruvdari vekt er umleið 2,0 kg.

Smáfiskur undir 45 cm er í mesta lagi 2½ ár og 4 ára gamal toskur er umleið 60 cm.

Lítið er til av toski eldri enn 10 ár tí hann verður fiskaður, áðrenn hann nær hendan aldur.

Kynsbúning

Í miðal gýtir helvtin av toskinum fyrstu ferð umleið 3 ára gamal; tá er hann um 45 cm til longdar. Ein partur av toskinum verður kynsbúgvin longu sum 2 ára gamal, men meginparturin gýtir tó ikki fyrrenn sum 3-4 ára gamal.

Gýting

Toskurin á Landgrunninum gýtir frá februar til mai, men meginparturin av gýtingini er tó í seinnu helvt av mars til miðjan apríl. Høvuðsgýtingarøkini eru á Norðhavinum, vestan fyri Mykines og í Sandshavinum (Gulu økini á myndini). Eftir gýtingina flotna rognkornini og verða spjadd kring allan tann grunna partin av Landgrunninum (Brandgula økið á kortinum) við streyminum.

Yngul og ungfiskur

Um mánaðarskiftið juni/juli søkir toskayngulin botn, og í seinnu helvt av juli sæst hann í taranum (Brandgula økið á kortinum). Yngulin er tá einar 4-5 cm til longdar. Eitt til tvey ár er tosk ur in fram við landi, áðrenn hann leitar longur útfrá og upp í tann vaksna stovnin. Reyðfiskur er toskur, sum heldur til í taranum. Ikki er greitt, um reyðfiskur er ein egin undirbólkur av toski við Føroyar, á sama hátt sum ”kyst torsk” er tað í norskum havøki.

Føði

Høvuðsføðin hjá toski er fiskur, krabbadjór og lindjór. Um várið er tað serliga hvítingsbróðir, sum verður etin. Um summarið er býtið meira javnt millum høvuðsbólkarnar.

Ferðing

Toskur við Føroyar er ógviliga støðufastur, við tað at hann nærum ikki ferðast til onnur havøki. Merkingarroyndir vísa, at bert umleið 14 toskar av umleið 10000 eru fingnir aftur uttan fyri føroyska økið. Toskur er støðufastur, bæði tá tað velst um gýtingarøki og føðiøki, soleiðis at tann einstaki toskurin brúkar sama gýtingarøki og sama føðiøki ár undan ári. Eftir gýting fer toskur “heimaftur”, har hann heldur seg frá mai-juni og til einaferð í januar-februar komandi ár. Toskur, sum gýtir á Norðhavinum, kemur frá øllum økjum á føroyska landgrunninum, meðan toskur, sum gýtir vestan fyri Sandoynna, kemur frá økinum sunnan- og vestan fyri Føroyar. Einstøk ár, beint eftir gýting og gjarna tá lítið er av føði, fer upp til ein triðingur av toskinum til økir nær landi og heldur sær har restina av árinum.

Litur

Vanligi liturin er grábrúnur, gulgrønur um bakið og síðurnar, settur við tøttum, dimmum, gráligum ella brúnligumblettum. Undir búkinum er hann ljósur, hvítur ella gráhvítur. Men hann hevur eisini aðrar litir, t.d. dimmbrúnur (flotfiskur), reyðbrúnur (í taranum). Strikan er hvít/ gráhvít.

Umrokningartalva út frá støddarbólkum

Umrokningartalva út frá støddarbólkum. Virðini byggja á tøl fyri árini 2009-2013. Aftasta kolonnan sigur,
hvussu stórur partur av fiskinum í ymsu støddarbólk unum væntandi hevur gýtt minst einaferð.

Kruvd vekt (kg)

Aldur (ár)

Longd (cm)

Búgvin %

Stødd 1

7,0+

6-11+

91-110+

96-100%

Stødd 2

4,0-7,0

5-8

76-90

93-100%

Stødd 3

2,0-4,0

4-6

61-75

81-96%

Stødd 4

1,0-2,0

3-5

48-60

64-93%

Stødd 5

0,3-1,0

2-3

36-47

9-64%

Nøvn á fiski á øðrum máli
MálNøvn
Før:Toskur, Bankfiskur, Berggylta, Blankur fiskur, Bollingur, Brondingur, Bøllingur, Fellistoskur, Flakningur, Gloypingur, Gráur fiskur, Grunnafiskur, Grunningur, Havtoskur, Heystfiskur, Hvítur fiskur, Krabbafiskur, Landfiskur, Landskránur, Lutningur, Málfiskur, Miðafiskur, Nabbafiskur, Reyðbelta, Reyðfiskur, Sildafiskur, Skránur, Slánur, Smáfiskur, Stútingur, Summarfiskur, Tertlingur, Torrafiskur, Tysklingur, Várfiskur
Lat:Gadus morhua, Gadus callarias, Gadus morhua morhua
Dan: Torsk, Græstorsk, Rødtorsk, Sandtorsk
Eng:Cod, Atlantic Cod, Black codling, Blockie, Bodachrudh, Coddie, Codling, Droud, Duncan, Hum, Keelin, Kleg, Poullach, Purr, Red knock, Scots Willie, Shingler, Slinger, Slink, Sprag, Stuckie, Wairey codlin
Fin:Turska, Tinska
Fra:Cabillaud, Bakalaua, Doguette, Morue, Moulue
Gri:Bakaliáros, Gados
Grø:Saarullik, Sârugdlik
Ísl:þorskur
Ita:Merluzzo Bianco, Baccalà
Jap:Tara, Madara
Ned:Kabeljauw, Dogger, Gul
Nor:Torsk, Gjedd, Kruppung, Skrei
Pol:Watlusz, Dorsz
Por:Bacalhau, Almôndega de peixe, Amarelo cure
Rus:Atlantiçeskaja treska, Pertuy
Spa:Bacalao
Sve:Torsk
Týs:Kabeljau, Dorsch
USA:Cod

Fingið ein merktan fisk?

Ert tú so heppin at hava fingið ein merktan fisk, so vinarliga lat okkum merkið og fiskin. Tú fært góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har tú verður við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

15.11.2024

Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?

10.04.2024

Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…

Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár

03.04.2024

Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vó…

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

14.03.2024

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…