Boða frá
Hevur tú sæð okkurt spennandi – ein fisk, kóp, hval, fugl ella okkurt serligt fyribrigdi – so vil Havstovan fegin frætta frá tær.
Er talan um fisk ella annað ítøkiligt, er best at frysta prøvan skjótast gjørligt. Síðani samskipa vit, hvussu prøvin kann fáast á Havstovuna.
Um tú hevur tikið myndir av tí, tú hevur sæð, kanst tú senda okkum tær.
Sum heild er Havstovan áhugað í øllum, sum ávirkar og ávirkast í sjónum kring Føroyar. Í tann mun Havstovan hevur starvsfólk við vitan um evnið, svara vit øllum, sum venda sær til Havstovuna við spennandi eygleiðingum.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Viðkomandi tíðindi
Óvanligir gestir skolaðir upp í Koltri
04.09.2024
Tað var ein óvanlig sjón, sum møtti Jóhannusi Hansen á sandinum í Koltri fyrr í vikuni. Fleiri hvalspýggjur av slagnum Velella velella, betur kendar s…
Gráhávur – ein sjáldsamur gestur
07.06.2024
Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í før…
Silvurkalvi rikin á land
20.01.2020
29. november 2019 ringdi Birgir Mikkelsen úr Klaksvík á Havstovuna, um at ein ”óvanligur” fiskur var rikin á land, beint niðan fyri Føroya Bjór í Klak…
Lítla- og stóra nebbasild fingnar á Landgrunninum í oktobur
27.11.2019
Nebbasild er týdningarmikil liður í føðiketuni á føroyska landgrunninum, serstakliga sum føði hjá til dømis toski og lunda. Higartil hava kanningar á …
Slánar inni við land
23.09.2019
Tað hava verið nógvir stórir toskar at fingið inni við land í seinastuni. Fleiri av hesum fiskum hava verið sera rak, tað sum verður kallað slánar. Sa…
Flóðaldur 29.- 30. juni 2019
09.07.2019
Sunnumorgunin 30. juni 2019 vóru fólk ymsa staðni kring landið varug við, at óvanligar aldur vóru at síggja, t.d. í Vági, Tórshavn og Kollafirði. Hett…