{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Spíska langasporl

Caelorinchus occa

Spíska langasporl er langur fiskur, spískur í báðum endum og tjúkkastur um uggarnar.tað hevur tvær ryggfjaðrar, fremra er lítil og nakað høg, har annar teinur er ein slættur, liðiligur píkur. Aftara er long og lág, leys frá teirri fremru við lítlum gloppi. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru heldur smáar. tað hevur ikki stert. Roðslan hevur smáar naddar. Einki nakið ella svart stað er undir búkinum.tað hevur spískan og langan trant. Tranturin er umleið helvtina av høvuðlongdini. Høvuðlongdin er um 26% av heildarlongdini. Tað hevur hvassan kant úr trantinum, undir eygunum til inn á kápuna. Høvdið er roðslut omaná. Tað hevur lítla finnu. Kjafturin er lítil, og hann situr undir fremra parti av eyganum. Tað hevur ikki táknatindar á fremsta boga. Strikan er nakað bogað yvir uggafjøðurini.

Útbreiðsla

Undir Føroyum er tað fingið við bankarnar vestanfyri. Tað er úr Hetlandsrennuni til Asoroyggjarnar, Vestur- og Suðurafrika. Í vestara parti av Atlantshavinum er tað úti fyri Virginia, í Karibiahavinum til Norðurbrasil.

Stødd

Spíska langasporl verður í minsta lagi 50 cm langt.

Dýpi

Benthopelagiskt millum 400 m og 2200 m.

Litur

Tað er myrkabrúnt um kroppin, dimmast undir høvdinum. Tað er svart inni í kjaftinum og í kápuholuni. Royggið er svart.

Eyðkenni

Langi tranturin við hvøssu kantunum. Svart inni í kjaftinum, svart royggj og svarta táknaholu.

Týdningur

Tað hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Spíska langasporl
Lat:Caelorinchus occa, Coelorhynchus occa
Eng:Spear-snouted grenadier, Spear snouted grenadier, Swordsnout grenadier
Jap:Nishi-toujin
Nor:Pigskjellet skolest
Por:Furaã
Sve:Brun spiritist

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…