{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Toskur á Føroyabanka

Gadus morhua

Undir Føroyum eru tveir serstovnar av toski, toskurin á Landgrunninum og toskurin á Føroyabanka. Harumframt er toskur av íslendskum uppruna vanligur á Íslandsrygginum.

Eingin stovnsmeting er av toski á Føroyabanka.

Toskur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar, ið allar eru nakað avrundaðar í skapi. Strikan er nakað bogin yvir uggafjøðurini. Hann er klænur um klingruna, og sterturin er beinur aftan. Hann hevur yvirbit. Finnan er líka long sum eygnatvørmátið. Gotið er undir fremra enda á mittastu ryggfjøðurini. Kjaftklovin kemur aftur undir fremru trom á eygnasteininum.

Strikan og smáu blettirnir eru góð eyðkenni.

Toskur verður upp í 180-200 cm, vanliga 50-120 cm. Elsti aldursgreinaði toskur undir Føroyum var 30 ár.

Útbreiðsla

Toskur á Føroyabanka er ógvuliga støðugur og finst frá vatnskorpuni niður á í minsta lagi 600 metrar. Merkingarroyndir og íløgukanningar hava víst, at toskurin á landgrunninum og toskurin av Føroya banka eru tveir sjálvstøðugir stovnar. Lítil vitan er um stovnsuppbýtiðhjá toski á Ytrabanka/Bill Baileybanka og Ytstabanka/Lúsabanka.

Útbreiðsluøkið er grønt, gýtingarøkið gult og uppvakstrarøkið brandgult.

Veiða

Fram til 1990 var trolveiða á Føroyabanka bert loyvd um summarið, men línuveiða var ikki avmarkað. Í juni 1990 varð allur fiskiskapur grynri enn umleið 200 m bannaður, men undantaks loyvi hava kortini verið latin útróðrarbátum og snellubátum at fiska smærri nøgdir. Frá mars 1994 til og við mai 1996 varð mest loyvda veiða ásett fyri tosk á Føroyabanka, men kvotan varð bert latin skipum og bátum við húkareiðskapi. Síðan fiskidagaskipanin kom í gildi (1. juni 1996) hevur eingin mest loyvda veiða verið ásett, men bert fiskidagar. Hesir fiskidagar hava verið givnir skipum og bátum við húkareiðskapi. Trolarar hava øll árini havt loyvi at fiska á umleið 200 m og djúpri.

Longdarbýti í føroysku veiðuni
Aldursbýti í føroysku veiðuni

Tilmæli

Fiskidagar 2025, Havstovan

16.12.2024

Tilmældir fiskidagar 2025 Bólkur 2 5498 Bólkur 3 1425 Bólkur 4 2191 Bólkur 5 5481 Føroyabanki 150 Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er e…

Toskur á Føroyabanka 2025, ICES

29.11.2024

Tilmæld veiða í 2025: 575 tons Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka í 2025 er 575 tons. Hetta er ein munandi hækking samanborið við tilmælið fyri 2024, su…

Fiskidagar 2024, Havstovan

19.12.2023

Tilmældir fiskidagar 2024 Bólkur 2 6109 Bólkur 3 1583 Bólkur 4 2434 Bólkur 5 6090 Føroyabanki 150 Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska l…

Toskur á Føroyabanka 2024, ICES

24.11.2023

Tilmæld veiða í 2024: 78 tons ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka verður í mesta lagi 78 tons í 2024, eins og tilmælt í 2023. Í fjørð var…

Fiskidagar 2023, Havstovan

14.12.2022

Tilmældir fiskidagar 2023 Bólkur 2 4267 Bólkur 3 2204 Bólkur 4 3715 Bólkur 5 9456 Føroyabanki 200 Havstovan mælir til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri…

Toskur á Føroyabanka 2023, ICES

29.11.2022

Tilmæld veiða í 2023: 78 tons ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka verður í mesta lagi 78 tons um árið næstu tvey árini. Hetta er fyrstu f…

Fiskidagar 2022, Havstovan

14.12.2021

Tilmældir fiskidagar 2022 Bólkur 2 6475 Bólkur 3 2320 Bólkur 4 3911 Bólkur 5 9954 Føroyabanki 200 Mælt verður til at tillutaðu fiskidagarnir fyri Bólk…

Fiskidagar 2021, Havstovan

18.12.2020

Tilmældir fiskidagar 2021 Bólkur 2 6167 Bólkur 3 2442 Bólkur 4 4117 Bólkur 5 10478 Føroyabanki 0 Tilmælið um fiskidagar tók støði í umsitingarætlanini…

Lívfrøði

Toskur er botnfiskur.

Vøkstur

Bankatoskurin veksur munandi skjótari enn toskurin á Landgrunninum og toskur á flestu støðum í Norðuratlantshavi; longu sum 3 ára gamal er hann í miðal um 69 cm til longdar, 5 ára gamal 83 cm og 8 ára gamal 97 cm til longdar.

Kynsbúning

Í miðal gýtir helvtin av bankatoskinum fyrstu ferð umleið 3 ára gamal; tá er hann um 69 cm til longdar.
Tað er sostatt ongin munur á, hvussu gamal toskurin á Landgrunninum og toskurin á Føroyabanka er, tá hann gerst kynsbúgvin, men tann skjóti vøksturin ger, at toskurin á Føroyabanka er nógv størri, tá hann verður kynsbúgvin.

Gýting

Toskurin á Føroyabanka gýtir heldur seinni enn toskurin á Landgrunninum. Gýtingartíðin er frá mars til mai. Høvuðsgýtingin er í fyrru helvt av apríl. Gýtingarøkið er gult og uppvakstrarøkið brandgult.

Yngul og ungfiskur

Rogn, larvur og yngul eru í fyrstuni uppi í sjónum sum hjá toski á Landgrunninum, men í juli tekur yngulin botn á bankanum, helst á grýtutum botni. Toskayngulin er tá einar 5 cm til longdar.

Føði

Høvuðsføðin hjá bankatoski er nebbasild, krabbdjór og høgguslokkur. Um várið eru tað serliga fiskur og høgguslokkur, sum verða etin, meðan krabbadjórini gerast størri partur av føðini um summarið. Fyri nøkrum árum síðan var føðin í stóran mun krabbadýr, meðan nebbasild er vorðin meira vanlig seinastu fáu árini.

Ferðing

Toskur á Føroyabanka er ógviliga støðufastur, við tað at hann nærum ikki ferðast av Bankanum. Merkingarroyndir av bæði bankatoski og toski á Landgrunninum vísa, at nærum ongin ferðing er teirra millum.

Litur

Vanligi liturin er grábrúnur, gulgrønur um bakið og síðurnar, settur við tøttum, dimmum, gráligum ella brúnligumblettum. Toskurin á Føroyabanka er tó ljósari á liti enn toskurin á landgrunninum. Undir búkinum er hann ljósur, hvítur ella gráhvítur. Men hann hevur eisini aðrar litir, t.d. dimmbrúnur (flotfiskur), reyðbrúnur (í taranum). Strikan er hvít/ gráhvít.

Nøvn á fiski á øðrum máli
MálNøvn
Før:Toskur, Bankfiskur, Berggylta, Blankur fiskur, Bollingur, Brondingur, Bøllingur, Fellistoskur, Flakningur, Gloypingur, Gráur fiskur, Grunnafiskur, Grunningur, Havtoskur, Heystfiskur, Hvítur fiskur, Krabbafiskur, Landfiskur, Landskránur, Lutningur, Málfiskur, Miðafiskur, Nabbafiskur, Reyðbelta, Reyðfiskur, Sildafiskur, Skránur, Slánur, Smáfiskur, Stútingur, Summarfiskur, Tertlingur, Torrafiskur, Tysklingur, Várfiskur
Lat:Gadus morhua, Gadus callarias, Gadus morhua morhua
Dan: Torsk, Græstorsk, Rødtorsk, Sandtorsk
Eng:Cod, Atlantic Cod, Black codling, Blockie, Bodachrudh, Coddie, Codling, Droud, Duncan, Hum, Keelin, Kleg, Poullach, Purr, Red knock, Scots Willie, Shingler, Slinger, Slink, Sprag, Stuckie, Wairey codlin
Fin:Turska, Tinska
Fra:Cabillaud, Bakalaua, Doguette, Morue, Moulue
Gri:Bakaliáros, Gados
Grø:Saarullik, Sârugdlik
Ísl:þorskur
Ita:Merluzzo Bianco, Baccalà
Jap:Tara, Madara
Ned:Kabeljauw, Dogger, Gul
Nor:Torsk, Gjedd, Kruppung, Skrei
Pol:Watlusz, Dorsz
Por:Bacalhau, Almôndega de peixe, Amarelo cure
Rus:Atlantiçeskaja treska, Pertuy
Spa:Bacalao
Sve:Torsk
Týs:Kabeljau, Dorsch
USA:Cod

Fingið ein merktan fisk?

Ert tú so heppin at hava fingið ein merktan fisk, so vinarliga lat okkum merkið og fiskin. Tú fært góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har tú verður við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

15.11.2024

Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?

10.04.2024

Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…

Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár

03.04.2024

Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vó…

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

14.03.2024

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…