{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Tussafiskur

Ceratias holboelli

Hann er klumputur fiskur. Hann hevur stórt høvd, meira enn 1/3 av standardlongdini, stóran, upprendan kjaft ovast og fremst á høvdinum. Eyguni eru smá og sita ovarlaga og aftarlaga á høvdinum. Hann hevur langa og klæna stong á nakkanum millum eyguni og táknaopini. Ein líknandi stong er mitt á bakinum. Á sporlinum eru 4 førligir teinar, nakað av skræðu er ímillum teinarnar. Hetta er ein ryggfjøður. Beint undir henni situr gotfjøðurin, lík ryggfjøðurini, men heldur minni. Sterturin er stórur við 8 førligum, longum og næstan berum teinum. Teir 4 mittastu teinarnir greina seg í tvey. Hann hevur smáar uggafjaðrar, ið sita framman fyri miðjuna á fiskinum, mitt uppi á síðuni.

Útbreiðsla

Tussafiskur er í øllum heimshøvunum. Her á leið er hann fingin undir grønlandi, Íslandi og vestan fyri Írland, undir Føroyum vestur úr Mykinesi.

Stødd

Kvennfiskar verða upp í 120 cm í fullari longd, kallfiskar 16 cm aftur til klingruna. Kallfiskarnir eru ofta at síggja sitandi fastgrónir undir búkinum á kvennfiskinum, har liva teir eitt lív sum støðugir sáðbankar og sníkar.

Dýpi

Undir Føroyum er hann fingin á umleið 570 metra dýpi við botnin, men er annars mest uppi í sjónum úr vatnskorpuni niður á 2000 m.

Litur

Tussafiskur er svartur, grásvartur. um høvdið, allan kroppin og út á stertin er
fult av hvítligum naddum, ið minna um gjar.

Eyðkenni

Á kvennfiski er longdin úr gronini til uggafjøðurina, umleið 34% av standardlongdini. Upprendi kjafturin. Stengurnar. Naddarnir, ið líkjast gjari.

Týdningur

Tussafiskur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Tussafiskur
Lat:Ceratias holboelli
Dan:Holbølls storangler
Eng:Krøyer’s deap-sea angler fish
Fra:Grand pêcheur abyssal
Ísl:Sædjøfull
Jap:Biwa-ankô
Pol:Matronica
Sve:Grønlandsmarulk
Týs:Grönland-Angler, Riesenangler
USA:Northern seadevil, Deepsea angler

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…