{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Glýsa

Trisopterus minutus

Glýsa hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Tann fremsta ryggfjøðurin er stutt og høg, tríhyrnt, og fremsti teinur stingur upp úr hinum. Mittasta ryggfjøður hevur sama skap og stødd sum fremra gotfjøður, men er heldur lægri. Aftasta ryggfjøður er eins og aftara gotfjøður, tær eru um helvt til støddar sum fremra gotfjøður. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru smáar. Búkfjaðrarnar eru smalar, og fremsti teinur er væl longri enn hinir og røkkur, nakað ymiskt frá fiski til fisk, aftur móti gotfjøðurini. Sterturin er beinur aftan. Strikan er nakað bogin oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur finnu umleið 3/4 av eygnatvørmátinum. Hon hevur lítið yvirbit. Eygnatvørmátið er størri enn gronin. gotið er heldur fremri enn aftari endi á fremsta ryggfjøðurfesti.

Útbreiðsla

Glýsa er vanligur fiskur á Føroyabanka, minni vanlig á landgrunninum. Annars frá Miðnoregi til Marokko. Hon er í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat, kring Bretsku oyggjarnar og í Biskeiavíkini. Í Miðjarðarhavinum.

Stødd

Glýsa verður í minsta lagi upp í 40 cm long, men vanliga í veiðuni er hon 20 til 30 cm.

Dýpi

Hon er úr 10 niður á 300 metra dýpi, sjáldan djúpari enn 200 m.

Litur

Glýsa er gulbrún á bakinum, kanska við einum grønligum farra. Síðurnar eru hvítar blankar, og serliga kjálkarnir skína sum silvur. Hon hevur lítlan, svartan blett við uggafjaðrafestið.

Eyðkenni

Hon líkist mest hvítingsbróðir, sum tó hevur lítið undirbit. Búkfjaðrarnar koma aftur um gotið. Hon hevur lítið yvirbit, stóra finnu og stór eygu.

Týdningur

Undir Føroyum hevur hon ikki vinnuligan týdning, men aðrastaðni verður hon veidd til ídnað og matna.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Glýsa, Glýsufiskur
Lat:Trisopterus minutus
Dan:Glyse
Eng:Poor cod
Fin:Pikkuturska
Fra:Capailla, Capelin, Fico, Figo, Le Petit tacaud, Pesci fica
Ísl:Dvergþoskur
Ita:Merluzzo cappellano, Merluzetto, Mormoro, Pesce mudo
Ned:Dwergbolk, Molenaar
Nor:Sypike, Hyse, Kolge, Kongefisk
Pol:Karlik
Por:Fanecão
Spa:Capellán, Capella, Mollera
Sve:Glyskolja, Bottenglysa, Glysa, Lubb
Týs:Zwergdorsch

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira