Bóghvítuhvalur
Orcinus orca
Bóghvítuhvalur er tannhvalur og er hann tann størsti í springaraættini.
Bóghvítuhvalur er at finna um allan heimin. Hann ferðast í smærri bólkum, ið eru bygdir upp rundan um ein matriark og hennara eftirkomarar.
Føðin hjá bóghvítuhvali fevir um beinfisk, háv, kóp, sjófugl, hval og høgguslokk og skriðdjór. Tað er kent, at bóghvítuhvalur kann gerst serkønur viðvíkjandi veiðihættum og føði, ið merkir, at hann bara veiðir t.d. fisk ella havsúgdjór.
Bóghvítuhvalur er lættur at kenna aftur við sínum stóra horni, skapi og litum. Á liti er hann er svartur, hvítur eftir búkinum og hevur stóran, hvíta blett aftan fyri eygað. Aftan fyri hornið er stórur, gráur blettur, kallaður saðilmerki.
Stovnsmeting og veiða
Bóghvítuhvalur er at finna í øllum høvum kring knøttin. Tí er trupult at siga, hvussu stórur heimsstovurin av bóghvítuhvali er.
Kanningar hjá NASS (North Atlantic Sightings Surveys) frá 2001 góvu eina stovnsmeting upp á 15.000 bóghvítuhvalir. Hetta var í Norðuratlantshavinum, millum Føroyar og Kanada.
Kanningar hjá Norra, frá 2014-2018, gjørdar í Barentshavinum, Suðurnorra og í Norðsjónum, vístu eitt tal upp á 14.000 bóghvítuhvalir.
Bóghvítuhvalir í Norðureysturatlantshavinum kunnu bólkast í 3 stovnar, grundað á føðival og ferðing:
- Atlantiski sildetandi stovnurin
- Norðureysturatlantiski makreletandi stovnurin
- Eystligi tunfiskaetandi stovnurin
Bóghvítuhvalur verður veiddur í Gønlandi og í Kanada.
Status viðvíkjadi reyðlista
Útbreiðsla
Bóghvítuhvalur er at finna í øllum heimshøvum.
Lívfrøði
Vøkstur
Kallhvalurin verður í miðal 30 ár og í mesta lagi 60 ár. Hann verður í miðal 600-800 cm og vigar 5-6 tons. Tann størsti kallhvalurin, ið er skrásettur, var 1000 cm og vigaði 10 tons.
Kvennhvalurin verður í miðal 50 ár. Hann verður í miðal 500-700 cm og vigar 3-4 tons. Tann elsti kvennhvalurin, ið er skrásettur, varð mettur at vera 105 ára gamal. Tann størsti kvennhvalurin, ið er skrásettur, var 850 cm og vigaði 7.5 tons.
Aldurin á bóghvítuhvali verður staðfestur við at lesa árringarnar í tonnunum.
Nøring
Kallhvalurin gerst kynsbúgvin, tá hann er um 15 ára gamal. Hetta sæst aftur á horninum, ið veksur munandi aftaná kynsbúningina. Kvennhvalurin gerst kynsbúgvin, tá hann er 12-14 ára gamal.
Kvennhvalurin er kviðin umleið 17-18 mánaðir. Ein hvølpur verður lagdur og sýgur hann í 1-2 ár.
Kvennhvalurin leggur 4-5 hvølpar gjøgnum lívið, til hann er um 45 ára gamal.
Ferðing
Bóghvítuhvalur ferðast við eini ferð upp á 10-13 km/t, men kann koma upp á 45 km/t í styttri tíð. Alt eftir hvussu hann nemur sær føði, kavar hann vanliga í minni enn 1 min og heldur sær í vatnskorpuni og niður á 20 metra dýpi. Tó er hann førur fyri at kava í 15 min, niður á 100-250 metra dýpi.
Føði
Bóghvítuhvalur er so at siga altetandi. Teir einstaku bóghvítuhvalabólkarnir gerast ofta serkønir at veiða eitt ávíst djóraslag, t.d. sild ella kóp. Tó vísir gransking eisini, at vistfrøðin/umhvørvið kann ávirka, so tað kemur eitt skifti hjá einstøkum bóghvítuhvalabólkum viðvíkjandi føði.
Viðkomandi tíðindi
Merktu grindirnar støðufastar
19.11.2024
Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september. Hvørgin av merktu grindunum ha…
Merktur grindahvalur kavar djúpt
25.10.2024
Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyr…
Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
15.10.2024
Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir. Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er…
Merkt grind á Føroyabanka
07.10.2024
Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku s…
Merktu grindirnar tætt saman
27.09.2024
Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp …
Nú eru tvær merktar grindir
19.09.2024
Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgis…
Merktu grind í Klaksvík
17.09.2024
Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja …
Merkta grindin sunnan fyri Rockall
12.09.2024
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyr…