{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Rita

Rissa tridactyla

Ritan er eitt tað talríkasta fuglaslagið í Føroyum. Hon finst kring alt landið í fuglabjørgum og hevur eitt sera eyðkent lát, sum hoyrist hart og støðugt.

Status viðvíkjandi reyðlista

Talið av ritum kring heimin hevur tey seinastu trý ættarliðini verið í stórari afturgongd. Væntandi heldur hendan minkingin fram. Tí verður slagið mett at vera viðbrekið í mun til IUCN reyðlistan.

Stovnsmeting

Í seinastu landsumfatandi teljing av fugli í Føroyum varð mett, at tað vóru umleið 230.000 nørandi pør av ritum í Føroyum. Hendan teljingin var í 1980’unum.

Árligar fuglateljingar verða gjørdar á útvaldum støðum, eitt nú í Høvdanum í Skúvoy. Hesar teljingar kunnu geva eina ábending um, hvussu ritustovnurin er fyri í Føroyum. Fuglakanningarstøðin hevur talt rituna í Høvdanum í Skúvoy á hvørjum ári í tíðarskeiðnum 2001-2023. Í 2001 var talið 5062. Síðani var ein stór minking fram til 2005. Frá 2005 til 2011 var ógvuliga lítið av ritu at síggja í Høvdanum, men so byrjaði talið at vaksa aftur fram til 2020 tá talið var 3406 ritur. Frá 2022 til 2023 minkaði talið nógv, og er ikki óhugsandi at hetta var orsaka av fuglakrími.

Í Vestmannabjørgunum hevur mann síðani 1987 sæð eina stóra afturgongd í tali av ritureiðrum.

Útbreiðsla

Ritan heldur til um mest sum alla norðaru hálvukúlu. Tey gulu økini eru støð, har hon reiðrast. Í teimum grønu er hon búføst, og tey bláu økini vísa útbreiðsluøkið. Um veturin ferðast ritan vestur í hav.

Ferðing

Í tíðarskeiðnum 2015-2022 vórðu 55 ritur merktar við GLS-loggarum í Føroyum. Hetta kortið vísir, hvar ið riturnar hava verið hetta tíðarskeiðið. Litaðu økini vísa, við alsamt sterkari liti, tann 25%, 50% og 75% kjansin fyri, at fuglurin finst í tí økinum.

Um tú vilt vita meira um ferðing hjá fugli við slíkum loggarum, far so inn á leinkjuna SEATRACK niðanfyri og vel tey viðkomandi filtrini. Á hesum kortinum er “Species” sett til “Black-legged Kittiwake” og “Colony” sett til “Faroe Islands”.

Lívfrøði

Eyðkenni

Ritan er eitt likkuslag og er um miðal til støddar. Hon hevur eitt lítið gult nev og myrk eygu. Hon er hvít við gráum veingjum og svørtum oddum á veingjunum. Tað finnast ymisk ritusløg, men slagið í Føroyum hevur svørt bein.

Nøring og vøkstur

Ritan hevur summarvist í Føroyum og leitar sær suðureftir um veturin ella út á opið hav.

Ritan kemur aftur til bølið í januar og verpir ofta í mai ella juni. Gamalt var, at hon kom aftur av havleið um Grækarismessu. Nær ritan verpir, er millum annað tengt at hitanum. Pisurnar verða floygdar í juli og august, og tá byrja riturnar eisini at ferðast til sítt vetrarvist. Um ritan ikki fer til lands at nørast, kann hon vera á havinum alt árið. Tó má hon til lands at drekka vatn.

Ritan byggir sær oftast reiður í bjørgum. Tilfarið er gras, fjaðrar og runa, sum hon klínur og letur turka í eina tíð. Aftaná hevur hon eitt sterkt reiður, sum hon kann byggja víðari uppá tey komandi árini. Hon verpur vanliga tvey egg, men stundum trý. Í berginum heldur hon til í stórum fuglabølum saman við øðrum ritum og øðrum fuglasløgum. Ritan er opportunistur og kann eisini byggja sær reiður á t.d. húsum og strondum.

Árlig yvirskipað ringrás hjá fugli, sum nørist.

Føði

Ritan etur fjølbroytt. Hon livir mest av ryggleysum dýrum úr havinum, so sum høgguslokki og rækjum. Tá ið hon nørist, kann hon finna uppá at eta lindýr, krabbadýr, maðkar og enntá plantur. Undir reiðringini leitar hon serliga eftir nebbasild til pisunar. Tá ið hon heldur til úti á havinum um veturin, etur hon eisini djóraæti og slógv frá fiskiskipum.

Leinkir

Seabird tracking Seatrack

The Royal Society for the Protection of Birds (RSPB)

Birdlife

IUCN reyðlistin

Viðkomandi tíðindi

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

19.07.2022

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Við til at friða týdningarmikiðøki í altjóða sjógvi

10.05.2022

Flestu sjófuglasløg í Norðuratlantshavi eru minkað ógvuliga nógv seinastu áratíggjuni. Nógvar kanningareru gjørdar fyri at royna at finna útav, hví so…

Fuglurin rýmir úr Vestmannabjørgunum

10.05.2022

Bert 5% av lomviga og 1% av ritureiðrum vóru at síggja i Vestmannabjørgunum summarið 2021, samanborið við teljingar í ávikavist 1972 og 1987. Hetta er…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

19.08.2021

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Merkta føroyska parið

18.12.2020

Hjá skrápi skiftast bøgan og steggin um at bøla egginum. Tað er sjón fyri søgn í taltilfarinum frá einumføroyskum skrápapari við GLS-loggarum. Tá vetu…

Ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum

18.12.2020

Á fyrsta sinni er ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum staðfest. Eftir bútíðina ferðast hann allan vegin úr Føroyumtil suðurendan á Suðuramerika. …

Talið á ternum og ternubølumminkað seinastu 15 árini

23.10.2018

Síðani 2003 hevur Havstovan skipað fyri teljing av ternum og ternupisum um alt landið. Vit hava biðið bøndur, røktarar og onnur áhugað fólk siga okkum…