{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Kubbuta langasporl

Coryphaenoides rupestris

Bulurin er stuttur og tjúkkur, sporlið langt og klænt. Fremra ryggfjøður er høg og tríkantað, er heilt frammi við nakkan, er smátent framman, og fjøðurin røkkur minni enn so til ta aftaru ryggfjøðurina. Fremri partur av festunum undir uggafjaðrunum, búkfjaðrunum og fremru ryggfjøðurini eru í beinari linju upp og niður. Tað hevur heldur stórar uggafjaðrar. Smáar búkfjaðrar, og fremsti teinurin er tann longsti. Aftara ryggfjøður er long og heilt lág. Hon byrjar nakað aftan fyri fremru ryggfjøður og er heilt aftur í sporlsendan. Tað hevur eina langa og væl hægri gotfjøður, frá gotinum og út í sporlsendan. Gotfjøðurin er longri enn aftara ryggfjøður. Kubbuta langasporl hevur stórt, kubbut høvd og stutta, rundaða gron. Øll gronin frá oman fyri eyguni fram í trantin er týðiliga útbend. Tað hevur stóran kjaft. Kjaftklovin kemur aftur um eyguni. Tað hevur stór eygu, lítlan, avrundaðan kant undir eygunum. Rasputur fiskur at føla. Roðsla er bæði undir og oman á gronini. Tað hevur lítla finnu, um hálvt eygnatvørmát.

Útbreiðsla

Kubbuta langasporl er úr Biskeiavíkini og norður til Tróndheims, um Føroyar til Íslands, Grønlandsfjørð, Davisfjørð suður til Florida. Tað er út av bankunum vestan fyri Føroyar.

Tilmæli

Stødd

Kubbuta langasporl verður upp í 150 cm langt alt í alt. Av tí at aftasti partur av sporlinum kann vera bitin av, verður longdin á fiskinum mátað sum gotlongd. Gotið er rættiliga frammarlaga á langasporli og tí eru longdirnar so lítlar í grafinum.

Dýpi

Tað er úr 180 m niður á 2000 m, vanligast millum 600-1000 m.

Litur

Tað er morgrátt um bakið, silvurgrátt um síðurnar og undir búkinum. Fjaðrarnar eru myrkar, eins og í kjaftinum og í táknaholuni. Trolveiddur fiskur er mest sum bara gráur.

Eyðkenni

Kubbuta langasporl hevur ikki hvassan beinkamb undir eygunum, kjaftklovin kemur aftur um eygað. Tað hevur runda gron, ikki myrkan blett við gotið ella millum búkfjaðrarnar. Gotfjøðurin er longri enn aftara ryggfjøður.

Týdningur

Nakað verður veitt av hesum
langasporli í føroyskum sjógvi.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Kubbuta langasporl
Lat:Coryphaenoides rupestris
Dan:Skolæst Almindelig-, Langhale
Eng:Roundnose grenadier, Grenadier, Rock grenadier
Fin:Lestikala
Fra:Grenadier de roche
Gri:Grenadiéros ton vráchon, Grenadieros ton vrachon
Ísl:Sletti langhali, Langhali, Slétthali
Ita:Granatiere
Jap:Nezumi, Sokodaro
Ned:Grenadiervis
Nor:Skolest, Buttnase, Lest
Pol:Bulawik czarny
Por:Lagartixa da rocha
Rus:Tuporylyj makrurus, Tuporyly makrurus
Spa:Granadero
Sve:Skoläst
Týs:Grenadierfisch, Langswanz, Randnasiger Grenadierfisch
USA:Rock grenadier

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…