
Mjái prikkafiskur
Notoscopelus kroyeri
Mjái prikkafiskur hevur eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður. Uggafjøðurin er styttri enn búkfjøðurin. Got fjøðurfestið er munandi styttri enn rygg fjøðurfestið. Ryggfjøðurin er longri enn høvd ið. Fitifjøðurin situr heilt stutt aftan fyri rygg fjøðurina. Hann hevur langan og stóran kjaft, ið er umleið 4 ferðir so langur sum eygnatvørmátið. eygnatvørmátið er umleið 22-25% av høvuðlongdini. Ljósgøgn eru undir búkinum, eftir síðunum og undir kjaftinum.
Útbreiðsla
Mjái prikkafiskur undir Føroyum er fingin á Íslandsrygginum, við bankarnar vestanfyri og út av landgrunninum. Í Atlantshavinum er hann frá umleið 37°N norður móti 70°N. Í vestara parti av Atlantshavinum er hann millum 40°N og 60°N.


Stødd
Mjái prikkafiskur verður upp í 17 cm langur. Mjái prikkafiskururin. Langa ryggfjøðurin, og at ugga fjøðurin er styttri enn búkfjøðurin.
Dýpi
Hann er undan vatnskorpuni og niður á 1000 metrar ella enn djúpari.
Litur
Hann er dimmbrúnligur.
Eyðkenni
Mjái prikkafiskur hevur stóran kjaft. Fremri ryggfjøðurkanturin er áraka, ella heldur fremri enn fremri búkfjøðurkanturin. Langa ryggfjøðurin, og at uggafjøðurin er styttri enn búkfjøðurin.
Týdningur
Hann hevur ikki havt vinnuligan týdning. Fæst sum hjáveiða í bæði botntroli og flótitroli á djúpum vatni.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Mjái prikkafiskur |
| Lat: | Notoscopelus kroyeri |
| Dan: | Krøyers prikfisk, Prikfisk |
| Eng: | Kroyers lantern fish, Lancet fish |
| Fra: | Lantern de Kroyer |
| Ísl: | Langa laxsild |
| Nor: | Stor lysprikfisk |
| Spa: | Pez linterna de Kroyer |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti
09.06.2026
Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Sildakanningar norðanfyri
15.05.2026
Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum
25.03.2026
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…
