{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Føroysk heystgýtandi sild

Clupea harengus

Føroysk heystgýtandi sild verður hildin at vera føroyskur serstovnur; vanliga verður henda sildin nevnd fjarðasild, tí hon part av árinum fæst inni á føroysku firðunum.

Eingin stovnsmeting verður gjørd av heystgýtandi sild.

Sild er langur og smidligur fiskur, hon er væl hægri enn breið. Hon hevur eina lítla gotfjøður, ið situr aftur móti klingruni, smáar búkfjaðrar, ið sita beint aftan fyri fremra enda á ryggfjøðurini. Hon hevur nógv sýldan stert. Roðslan er stór og situr leys. Hon hevur undirbit. Fæst við land og til havs.

Sild er átøk brislingi, men kennist frá honum, m.a. við tað at kjalarskrubbið hakar ikki í, tá strokið verður frameftir.

Sild verður upp í 47 cm til longdar, men er tó sjáldan yvir 40 cm. Elsta aldursgreinaða sild undir Føroyum var 17 ár.

Útbreiðsla

Føroysk heystgýtandi sild verður mett at liva inni á føroysku firðunum, á føroyska landgrunninum og í ein ávísan mun útav hellingini kring landgrunnin.

Stovnurin er serføroyskur í og við at henda sildin hevur sítt egna gýtingarøki og sostatt ikki blandast saman við øðrum sildastovnum.


Veiða

Føroysk heystgýtandi sild verður fingin á føroyska landgrunninum og eystur móti Hetlandsrennuni.

Veiðan verður regulerað av Fiskimálaráðnum, sum ásetir mest loyvdu veiðu av føroyskari heystgýtandi sild. Sild, veidd sunnanfyri 62o N 30’N, kann skrásetast sum føroysk heystgýtandi sild.

Lívfrøði

Sild er uppsjóvarfiskur.

Útvortis ber ikki til at skilja føroyska heystgýtandi sild frá øðrum sildastovnum. Í ávísan mun kann hon skiljast frá øðrum sildastovnum við at hyggja at nytruni; av tí, at føroyska sildin  verður gýtt seint á sumri ella um heystið, so byrjar hon lívið við einum vetri, har lítil og eingin føði er at fáa, og av tí sama verður miðjan á nytruni gjøgnumskygd.

Í miðal er ein vaksin føroysk heystgýtandi sild er eitt vet minni enn norðhavssild. Í miðal er ein fullvaksin norðhavssild góðar 36 cm, meðan ein fullvaksin føroysk heystgýtandi sild í miðal er knappar 34 cm.

Viðkomandi tíðindi

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

29.09.2023

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…

Minni til av norðhavssild og svartkjafti

28.06.2023

Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár. Høvuðsniðurstø…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

17.05.2023

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá …

Norðhavssildin væl í holdum seinnu árini

27.10.2022

Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beit…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

10.05.2022

Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…

Hiti og føði ávirka spjaðing av norðhavssild í mai

24.03.2022

Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag…