{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Blálonga

Molva dypterygia

Blálonga er virðismikil fiskur og verður nógv veidd. Óvist er, um blálongan undir Føroyum er ein sjálvstøðugur stovnur ella um samband er við leiðirnar rundan um okkum. Alt bendir á, at samband er millum blálonguna sunnanfyri, serliga vestan fyri bretsku oyggjarnar, og undir Føroyum. Í ICES verður blálonga við Føroyar viðgjørd sum partur av einum felags stovni – Blue ling (Molva dypterygia) in subareas 6, 7, and 12 and in Division 5.b (Celtic Seas, western Hatton Bank, and Faroes grounds). Blálonga verður lívfrøðiliga roknaður sum ein djúpvatnsfiskur, sum lond hava bundið seg til at fiska við serligum fyrivarni.

Blálonga er langur, smidligur fiskur. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er stutt og eitt sindur hægri enn tann aftara. Tann aftara er long og røkkur aftur til klingruna. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur í klingruna. Høvdið er langt og mjátt. Hon hevur undirbit. Finnan er styttri enn eygnatvørmátið. Hon hevur stór eygu, stóran kjaft við stórum, hvøssum tonnum. Sterturin bogar nakað aftureftir.

Góð eyðkenni eru serliga klæna klingran, tann bláligi farrin og svarta rondin um stertin.

Blálonga verður upp í 155 cm long. Elsta aldursgreinaða blálonga undir Føroyum var 37 ár.

Útbreiðsla

Blálonga er frá Finnmørkini og Svalbarði til Íslands, Grønlands og Nýfundlands. Undir Føroyum, í norðara Norðsjónum og Skagerrak. Hon er á Rockallbanka og Hattonbanka, vestan fyri Írland til Marokko og inn í Miðjarðarhavið.

Við Føroyar er blálonga á hellingini bæði á Landgrunninum og við bankarnar vestanfyri. Blálonga livir á størri dýpum enn longan, frá 130 m og niður á 1500 m dýpi. Er tó vanligast úr 300 m niður á 800 m.

Veiða

Fyrstu árini vóru tað serliga týskir og franskir trolarar, ið fiskaðu blálonguna undir Føroyum, men frá seinnu helvt av sjeytiárunum komu føroyskir trolarar alt meiri við, og í áttatiárunum vóru tað føroyingar og fraklendingar, ið stóðu fyri tí mestu veiðuni. Parturin hjá fraklendingum minkaði í stórum seinast í áttatiárunum, og tá fiskaðu føroyingar sjálvir meginpartin av blálonguni.

Tey seinastu 3 árini hava fraklendingar tó fiskað meginpartin av blálonguni í føroyskum øki, føroyingar hava fiskað nakað, og harafturat er eitt sindur fiskað av norðmonnum, skotum og spaniólum. Íalt var útlendska veiðan eini 66% av heildarveiðuni í føroyskum øki í 2025.

Føroyski parturin verður fyri tað mesta fiskaður við línu og restin sum hjáveiða við troli.

Longdarbýti í føroysku veiðuni

Stovnsmeting

Blálonga verður stovnsmett annað hvørt ár í ICES. Havstovan luttekur í hesi stovnsmeting, sum verður samskipað av havrannsóknarráðnum ICES. Blálonga við Føroyar (ICES øki 5.b) verður viðgjørd saman við blálongu í ICES økjunum 6, 7 og 12 (Celtic Seas, western Hatton Bank, and Faroes grounds).

ICES mælir til, at veiðan av blálongu lækkar 41 % frá 11.170 tonsum í 2026 til 6.536 tons í 2027 og 2028.

Tilmæli

Lívfrøði

Blálonga verður roknað sum botnfiskur.

Vøkstur

Longd móti vekt fyri allar støddir av landaðari blálongu vísir, at miðalvektin á 70 cm og 100 cm langari blálongu í kruvdari vekt er umleið 1,2 kg og 3,8 kg.

Blálonga veksur ikki serliga skjótt. Árligi vøksturin hjá blálongu er umleið 7 cm um árið til hon er kynsbúgvin. Aftaná veksur hon umleið 2-3 cm um árið. Ársgomul er blálongan einar 20 cm til longdar, 5 ára gomul er hon umleið 65 cm og ein 10 ára gomul blálonga er umleið 95 cm. Kvennfiskurin veksur skjótari enn kallfiskurin.

Aldurin hjá blálongu verður staðfestur við at telja árringar í nytrunum. Nytran á blálongu er lutfallsliga stór, og tí verður hon skorin áðrenn hon verður lisin fyri at síggja aldursringarnar betur. Royndir eru eisini gjørdar at lesa aldurin av heilari nytru. Blálongunytrur eru torførar at aldurslesa. Blálonga verður sjáldan eldri enn 20 ár.

Kynsbúning

Í miðal gýtir helvtin av blálonguni fyrstu ferð umleið 6 ára gomul, og tá er hon um 75 cm til longdar. Ein lítil partur av blálonguni verður kynsbúgvin longu sum 5 ára gamal, men meginparturin gýtir tó ikki fyrr enn sum 8-9 ára gamal.

Gýting

Eftir fiskiskapinum at døma leitar blálongan til gýtingarøkini í føroyskum sjógvi í februar-apríl, og høvuðs-gýtingin er í apríl-mai. Gýtingarøki eru á 500-2000 m dýpi vestan- og sunnan fyri ryggin, ið gongur millum Skotland, Føroyar og Ísland, herundir eisini nær Føroyabanka, Ytrabanka og Ytstabanka, kanska serliga á umleið 1000 m dýpi. Gýting er eisini staðfest aðrastaðni, t.d. sunnan fyri Vestmannaoyggjarnar, á Reykjanesrygginum og á Hattonbanka. Talið á rognkornum undan hvørjum kvennfiski er einar 1-3 milliónir, alt eftir stødd á fiskinum.

Yngul og ungfiskur

Eftir gýtingina flotna rognkornini og klekjast uppi í sjónum. Larvur og yngul eru eisini uppi í sjónum, men í august leitar yngulin niður á botn, helst á djúpum vatni.

Føði

Føðin hjá blálongu er fyri tað mesta fiskur, eitt nú svartkjaftur, hvítingsbróðir, kongafiskur og brosma, ymisk krabbadýr og krossfiskar. Tað er trupult at kanna føðina hjá blálongu; rættiliga ofta eru magarnir tómir og ofta er magin viðvendur, tá blálongan kemur upp á dekkið.

Ferðing

Lítil vitan er um ferðing hjá blálongu. Eftir veiðuni at døma, ferðast blálonga til og frá gýtingarøkjum.

Litur

Blálonga er myrk, brún-grá um bakið. Undir búkinum er hon ljósablágrá. Allur fiskurin hevur ein bláligan farra og skyggir eitt sindur í bronsuliti. Ofta nakað sprøklut um síðurnar. Sterturin, búkfjaðrarnar og ryggfjaðrarnar hava svarta rond, sjálvur fjaðrajaðarin er bleikljósur.

Umrokningartalva út frá støddarbólkum

Á landingarmiðstøðunum kring landið verður blálongan bólkað í 4 støddarbólkar, alt eftir vekt. Hvussu gomul og hvussu long blálonga er í mun til vektbólkarnar 1 til 4 fyri árini 1998, 2000 og 2001 er víst í talvuni niðanfyri. Aftasta kolonnan sigur, hvussu stórur partur av fiskinum í ymsu støddarbólkunum væntandi hevur gýtt minst einaferð.

Kruvd vekt (kg)

Aldur (ár)

Longd (cm)

Búgvin %

Stødd 1

3,5+

11-25+

98-118+

98-100%

Stødd 2

2,2-3,5

7-11

86-98

75-98%

Stødd 3

1,0-2,2

5-7

70-85

14-75%

Stødd 4

<1,0

4-5

58-69

0-14%

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Blálonga
Lat:Molva dypterygia, Molva byrkelange, Molva dypterygia dypterygia, Molva elongata
Dan:Blålange, Byrkelange
Eng:Blue ling, Lesser ling, Trade ling
Fin:Tylppäpyrstøinen molva
Fra:Élingue bâtarde, Campagnol, Elingue batarde, Lingue bleue
Ísl:Blálanga, Mjólanga
Ita:Molva azzura
Ned:Blauwe leng
Nor:Blålange, Byrkelange
Pol:Molva niebieska, Molwiniec
Por:Donzela azul
Rus:Bolsheglazaya mol’va, Birkelang, Golubaya molva
Spa:Arbitàn, Escolá
Sve:Blålånga, Birkelånga
Týs:Blauleng, Blauer Leng
USA:Blue ling

Viðkomandi verkætlanir

Viðkomandi tíðindi

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti

09.06.2026

Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Sildakanningar norðanfyri

15.05.2026

Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum

25.03.2026

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

26.01.2026

Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík

09.01.2026

Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026

22.12.2025

Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026

28.11.2025

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…