{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lomvigi

Uria aalge

Lomvigin er ein snøggur sjófuglur við einum skapi, sum ger hann til ein frálíkan svimjara og kavara. Hann kann kava heilt niður á eini 200 m. Tá ið hann nørist heldur hann til á rókum í bjørgum kring Føroyar. Vetrarvist hevur hann á opnum havi.

Lomvigin er ein álkufuglur eins og lundin og álka.

Status viðvíkjandi reyðlista

Lomvigin er í heimshøpi sera útbreiddur og í løtuni veksur stovnurin. Slagið er tí ikki mett at vera hótt av IUCN reyðlistanum.

Stovnsmeting

Seinasta landsumfatandi teljing av fugli í Føroyum fór fram í 1980’unum. Tá varð mett, at tað vóru umleið 175.000 nørandi pør av lomviga í Føroyum.

Árligar fuglateljingar verða gjørdar á útvaldum støðum, eitt nu í Høvdanum í Skúvoy. Hesar teljingar geva millum annað eina ábending um, hvussu lomvigastovnurin er fyri í Føroyum. Fuglakanningarstøðin hevur talt lomvigan í Høvdanum í Skúvoy á hvørjum ári í tíðarskeiðnum 1972-2023. Í 1973 var talið um 9674 lomvigar og í 2023 var tað um 3180 lomvigar. Talið hevur svingað upp og niður hesi árini, tó lítið upp tey seinastu árini.

Eins og í Høvdanum hevur man sæð eina stóra afturgongd í tali av lomviga í Vestmannabjørgunum síðani 1972.

Útbreiðsla

Lomvigin er sera útbreiddur. Tey gulu økini eru støð, har hann bølir. Í teimum grønu er hann búfastur, og tey bláu økini vísa hvar hann heldur til, men ikki bølir.

Ferðing

Í tíðarskeiðnum 2015-2021 vórðu 14 lomvigar merktir við GLS-loggarum í Føroyum. Hetta kortið vísir, hvar ið lomvigin hevur verið hetta tíðarskeiðið. Litaðu økini vísa, við alsamt sterkari liti, tann 25%, 50% og 75% kjansin fyri, at fuglurin finst í tí økinum.

Lomvigin er eisini vanligur vetrargestur. Talan kann tá vera um lomviga, sum kemur úr eitt nú Bretlandi, Íslandi ella Jan Mayen.

Um tú vilt vita meira um ferðing hjá fugli við slíkum loggarum, far so inn á leinkjuna SEATRACK niðanfyri og vel tey viðkomandi filtrini. Á hesum kortinum er “Species” sett til “Common guillemot” og “Colony” sett til “Faroe Islands”.

Lívfrøði

Eyðkenni

Lomvigin er svartur um bakið og hvítur um bringuna. Summir eru hvítir um eyguni og hava eina striku vatnrætt úr eygnakrókinum. Nevið er langt og klænt.

Lomvigin hevur nakrar dimmar strikur á síðuni á bringuni, sum kann gera tað lættari at skilja hann frá Íslandslomviganum.

Lomvigapisan er lítil, tá ið hon fer av rókini, og kann t.d. verða mistikin fyri at vera fulkubbi.

Nøring og vøkstur

Lomvigin heldur til og nørast í bjørgum kring Føroyar.

Gamalt var, at lomvigin kemur aftur til Føroya, eftir sítt vetrarvist, á Pálsmessu (25. januar) og aftur í bergið á Leypársmessu (24. februar). Hesar tíðarsetingarnar kunnu tó skifta í mun til t.d. veðrið og hvussu væl fuglurin er fyri.

Um mai og juni verpur lomvigin og parið skiftist um at bøla í 26-39 dagar.

Lomvigaegg kunnu hava ymsar litar. Ikki er vist hví so er, men tað kann vera, at tað á tann hátt er lættari at kenna aftur hjá foreldrunum.

Foreldrini skiftast um at finna føði og at sita á reiðrinum.

Steggin hevur ábyrgdina av at ansa eftir pisuni, tá hon er farin úr reiðrinum, og at læra hana at veiða. Steggin og pisan kunnu síggjast fylgjast.

Árlig yvirskipað ringrás hjá lomviga, sum nørist.

Føði

Lomvigin hevur eitt skap, sum ger hann til ein góðan kavara og svimjara, og tað er soleiðis, at hann finnur føði sína. Hann veiðir mest í dagsljósi.

Lomvigin etur mest uppsjóvarfisk, sum ferðast í stimum, men hann kann eisini eta botnfisk.

Lomvigin kann kava heilt niður á 170-230 m dýpi, hóast hann helst finnur føði á 62-100 m dýpi. Júst hvar ið hann leitar sær føði, er ymisk, alt eftir nær á árinum tað er, og hvør føði er til staðar. Hetta kann eisini skifta frá ári til annað.

Leinkir

Seabird tracking Seatrack

The Royal Society for the Protection of Birds (RSPB)

Birdlife

IUCN reyðlistin

Viðkomandi tíðindi

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

19.07.2022

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Við til at friða týdningarmikiðøki í altjóða sjógvi

10.05.2022

Flestu sjófuglasløg í Norðuratlantshavi eru minkað ógvuliga nógv seinastu áratíggjuni. Nógvar kanningareru gjørdar fyri at royna at finna útav, hví so…

Fuglurin rýmir úr Vestmannabjørgunum

10.05.2022

Bert 5% av lomviga og 1% av ritureiðrum vóru at síggja i Vestmannabjørgunum summarið 2021, samanborið við teljingar í ávikavist 1972 og 1987. Hetta er…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

19.08.2021

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Merkta føroyska parið

18.12.2020

Hjá skrápi skiftast bøgan og steggin um at bøla egginum. Tað er sjón fyri søgn í taltilfarinum frá einumføroyskum skrápapari við GLS-loggarum. Tá vetu…

Ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum

18.12.2020

Á fyrsta sinni er ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum staðfest. Eftir bútíðina ferðast hann allan vegin úr Føroyumtil suðurendan á Suðuramerika. …

Talið á ternum og ternubølumminkað seinastu 15 árini

23.10.2018

Síðani 2003 hevur Havstovan skipað fyri teljing av ternum og ternupisum um alt landið. Vit hava biðið bøndur, røktarar og onnur áhugað fólk siga okkum…