
Nýtt frá merktu grindahvalunum
Havstovan hevur merkt tvær grindir í summar, báðar á Sandavági. 26. juni var ein hvalur merktur og 19. juli vóru fimm hvalir merktir. Umframt vóru tveir grindahvalir merktir í Íslandi 16. juli, í samstarvi við granskarar í Vestmannaoyggjum. Hesir sendararnir vóru skotnir í hornið á opnum havi. Ætlanin var eisini at merkja eini grind í Streymnesi 19. august, men hetta miseydnaðist vegna vánaligt veður. Havstovan takkar øllum, ið hava hjálpt til við merkinunum.

Einsamalli merkti hvalurin frá 26. juni gav at byrja við ongar positiónir, kortini at samband var við sendaran. Men í tíðarskeiðinum 4. til 9. august, 40 dagar eftir at hann var merktur, sendi hann positiónir, ið vísti at hann tá var staddur suðuri á Bankarygginum, og hevði kós móti Føroya Banka. Síðan hevur hann ikki sent aftur.
Merkta grindin frá 19. juli helt kósina út av Sandavági og í ein landsynning, út í Hetlandsrennuna. Har fór eini hvalurin frá hinum, og suður á Bankaryggin, meðan hinir hvalirnir hildu kósina í ein landnyring, norður í hellingina eystaru megin Hetlandsrennuna. Síðan hava hvalirnir ferðast nakað suður og norð, fram við hellingini, men hava kortini ikki fylgst alla tíðina. Ein hvalur sendir enn, og hevur hann seinastu dagarnir ferðast enn longur norður, út í Norskahavið.
Báðir grindahvalirnir, ið vóru merktir í Vestmannaoyggjum, hildu fyrstu tíðina til í hellingini suður av Vestmannaoyggjum, kortini at teir ikki ferðaðust saman. Síðan fór eini hvalurin vestur eftir, og var komin vestur í Danmarkarstrætið, millum Ísland og Grønland, tá sambandið slitnaði.
Viðkomandi tíðindi
Merktu grindirnar støðufastar
Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september. Hvørgin av merktu grindunum hava seinastu vikurnar ferðast serliga víða.…
Merktur grindahvalur kavar djúpt
Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyri ein grindahval, merktur í Føroyum.…
Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir. Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er hon nú komin suður á 52.…
Merkt grind á Føroyabanka
Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku síðan, fór hon suður aftur í Hattondýpið,…