
Høvuðlítli angarfiskur
Searsia koefoedi
Kropshæddin á høvuðlítla angarfiski er um tvær ferðir breiddina. Hann hevur lítið høvd, um 25% av standardlongdini. Hann hevur stór eygu, sum sita frammarlaga, lítlan kjaft, ið kemur aftur undir hálvt eygað, og stutta gron. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru smáar. Hann hevur eina ryggfjøður, ið er eins stór og gotfjøðurin. Hesar báðar fjaðrarnar sita aftanvert miðjan kroppin, gotfjøðurin er eitt vet aftari. Hann hevur sýldan stert. 4 ljósgøgn eru hvørjumegin ‘kjølin’, frá búkinum til afturkantin á gotfjøðurini. Aftast undir klingruni eru eisini tvey ljósgøgn. Ein lítil angi er beint oman fyri hvørja uggafjøður.
Útbreiðsla
Hann er á leiðunum úr Eysturgrønlandi, sunnan fyri ryggirnar Grønland/Skotland, til Marokko og Guineavíkina. Hann er í Davisfirði, í Vesturatlantshavinum, í Kyrrahavinum og Indiahavinum í flógvum sjógvi. Hann er út av Ytrabanka og Lúsabanka.

Stødd
Høvuðlítli angarfiskur verður upp í 15 cm langur.
Dýpi
Hann er úr 450 m niður á 1500 m.
Litur
Hann er javnt dimmur, morsvartur.
Eyðkenni
Fiskastøddin og ljósgøgnini, kjaftbeinið, høvuðstøddin og lítli angin.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Høvuðlítli angarfiskur, Morri |
Lat: | Searsia koefoedi |
Dan: | Koefoeds skulderlysfisk |
Eng: | Koefoed’s searsid, Koefoeds searsid |
Ísl: | Ægisangi |
Sve: | Nostaggad djuphavsfisk |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…