Nógv verður veitt av upsa, og hann hevur stóran týdning.
Upsi hevur tríggjar ryggfjaðrar, tvær gotfjaðrar. Fremra gotfjøður er umleið líka long sum mittasta ryggfjøður, ið er tann longsta ryggfjøðurin. Gotið er umleið beint undir aftara enda á fremstu ryggfjøður. Smáur upsi hevur lítla finnu, teir størru onga ella bert ein viðfáning. Hann hevur undirbit. Strikan er bein og sterturin bert eitt sindur innbogin.
Eyðkenni er tann ljósa og beina strikan og tann svart-døkki liturin.
Upsi verður upp í 130 cm langur. Í veiðuni er hann vanliga 55-120 cm. Elsti aldursgreinaði upsi undir Føroyum var 22 ár.
Útbreiðsla
Upsi er vanligur undir Føroyum, bæði inni við land og til havs og finst út á umleið 450 m dýpi á Landgrunninum, á Føroyabanka, ytru bankunum og á Íslandsrygginum. Hann er annars við Svalbard og Novaja Semlja, suður í Norðsjógvin og Skagerrak, kring Bretsku Oyggjarnar, og í Biskeiavíkini. Vestaru megin Atlantshavið er upsi undir Eystur- og Vesturgrønlandi, við Labrador til North Carolina.
Veiða
Fyrstu mongu árini fiskaðu aðrar tjóðir, serliga bretar og seinni eisini fraklendingar, so at siga allan upsan. Fyrst í 1960-unum vaks føroyski parturin av upsaveiðuni munandi, og eftir at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977, hava føroyingar fiskað at kalla allan upsan undir Føroyum.
Upsaveiðan hevur sveiggjað nógv. Hon hevur í miðal verið 35 túsund tons um árið.
Longdarbýti í føroysku veiðuniAldursbýti í føroysku veiðuni
Stovnsmeting
Havstovan ger á hvørjum ári stovnsmeting av upsa undir Føroyum. Stovnsmetingin verður síðani góðskumett og endaliga góðkend á einum arbeiðsfundi hjá ICES.
Stovnsmetingarúrslit
Veiða
Veiðan av upsa er mett at vera burðadygg, og hevur ligið undir tilmældu veiðuni frá ICES síðani 2011. Í 2024 er tilmælda veiðan 15 323 tons.
Tilgongd
Tilgongdin av upsa hevur verið vánalig síðstu árini.
Veiðutrýst
Síðani 2020 hevur veiðutrýstið verið á burðadyggum støði.
Gýtingarstovnur
Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri burðadygga markið, men er tó minkaður nógv síðani aldarskiftið.
Vøksturin hjá upsa, serliga ungum fiski, tykist at vera tengdur at tættleika. Tað vil siga, at tess meiri er til av upsa, tess smærri eru einstøku upsarnir. Aftaná kynsbúningina fer upsin at vaksa seinni.
Kynsbúning
Í miðal gýtir helvtin av upsanum fyrstu ferð sum 5 ára gamal; tá er hann um 58 cm til longdar.
Gýting
Upsi gýtir í tíðarskeiðinum januar-apríl, tó er høvuðsgýtingin í februar-mars. Høvuðsgýtingarøkið er á 150-250 m dýpi eystan fyri Føroyar, men gýtandi upsi verður eisini fingin aðrastaðni á Landgrunninum.
Yngul og ungfiskur
Eftir gýtingina flotna rognkornini upp í sjógvin og verða spjadd við rákinum kring landgrunn og bankar; sama er við larvunum. Yngulin er uppi í sjónum í nakrar mánaðir, men í tíðarskeiðinum juni-juli, tá yngulin er um 2,5-3,5 cm langur, leitar hann sær inn undir land. Fyrsta árið livir upsin sum murtur heilt inni við land og er um heystið um 10-13 cm til longdar. Sum hann eldist, leitar hann sær út á firðirnar og longri út at leita sær føði, og umleið trý ára gamal, tá hann er 45-50 cm til longdar, fer hann longri útfrá og djypri og kemur tá inn í vinnuliga fiskiskapin.
Føði
Føðin hjá upsayngli er æti, seiðamurturin etur smá krabbadjór, seiðurin etur krabbadjór og smáan fisk, t.d. nebbasild og viðhvørt nýggja seiðayngulin. Vaksni upsin etur smáan fisk, t.d. hvítingsbróðir og svartkjaft og eisini krill. Føðin hjá upsa speglar væl, at hetta er ein fiskur, sum ferðast nógv uppi í sjónum, tí hann etur so at siga ongi botndjór.
Ferðing
Upsastovnurin undir Føroyum verður roknaður sum ein sjálvstøguður stovnur, men hevur tó eitt ávíst samband við aðrar upsastovnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, t.e. í Barentshavinum, undir Íslandi, vestan fyri Skotland og í Norðsjónum. Ungi upsin heldur seg nær landi, men tá hann verður um 60 cm ella um 5 ára aldur leitar hann sær javnan í onnur sjóøki. Hetta er kannað við merkiroyndum í trimum umførum – seinastu ferð í 1991. Fjórði hvør upsi, sum varð merktur undir Føroyum, varð afturfingin undir Íslandi, tá hann var longri enn 60 cm. Hinvegin vísa merkiroyndir í Íslandi, at ferðingin úr Íslandi er sera avmarkað. Bert 1% av teirra vaksna fiski var afturfingin undir Føroyum. Nakað av ferðing er eisini ávíst úr norskum øki til Føroya og úr Føroyum til Norðsjógvin og norskt øki.
Litur
Upsin er heilt dimmur um bakið, koksgráur, blásvartur. Síðurnar og búkurin eru ljós, hvítgrálig ella silvurkend, ljósastur er hann undir búkinum. Strikan er ljóst grá.