{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Morafiskur

Mora moro

Skapið er eitt sindur bøllut, tjúkkastur er hann um búkin. Hann hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er lítil og tríkantað, fremsti teinur er hægstur. Hin aftara er long og er aftur til klingruna. Hann hevur tvær gotfjaðrar, tann fremra er heldur størri enn hin aftara. Búkfjaðrarnar eru smáar og spískar, fremsti teinur er um tvær ferðir so langur sum hinir. Uggafjaðrarnar eru smáar og sita heldur fremri enn fremra ryggfjøður. Sterturin er nakað sýldur. Hann hevur lítið høvd, stutta gron, stór eygu, og eygnatvørmátið er væl størri enn gronin. Hann hevur finnu. Strikan er nakað bogin oman fyri uggafjøðurina.

Útbreiðsla

Undir Føroyum er hann vestanfyri og sunnanfyri. Hann er við bankar og tindar á víðum havi suður úr Føroyum. Annars við vesturafrika, Madeira, Asoroyggjarnar, í vestara parti av Miðjarðarhavinum, í hellingunum frá gibraltar til Íslands. Í indiahavinum og Kyrrahavinum. við Avstralia og nýsæland.

Stødd

Morafiskur verður upp í 80 cm langur.

Dýpi

Hann er botnfiskur millum 500 m og 2500 m dýpi.

Litur

Morafiskur er grábrúnur um bakið og gráur um síðurnar og undir búkinum. Inni í kjaftinum er hann blásvartur, og fjaðrarnar eru ljósabláar. Trolveiddur fiskur hevur ofta mist roðsluna og litirnar, og tá er fiskurin gráhvítur, nakað grómutur at síggja.

Eyðkenni

Morafiskur minnir um lítlubrosmu, men skilist beinanvegin frá henni, við tað at hann hevur tvær gotfjaðrar, stuttar búkfjaðrar, stutta gron og stór eygu.

Týdningur

Hann fæst javnan sum hjáveiða bæði við línu og troli, men nøgdirnar eru smáar.
verður avreiddur, men hevur ikki stóran vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Morafiskur, Mora
Lat:Mora moro
Azo:Melga
Eng:Morid cod, Common mora, Mora
Fra:Moro, Moro commun
Gri:Mora
Ísl:Móra, Djúphavsþorskur
Ita:Mora, Moro
Jap:Chigodara
Pol:Mora atlantycka
Por:Mora, Salmonete preto
Rus:Atlantiskaja Mora
Spa:Merluza Canaria, Mollera moranella, Mora
Sve:Moratorsk
Týs:Tiefseedorsch

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…