Djóraplankton
Á síðuni:
Djóraplankton er djór, sum sveima í sjónum. Hetta er ein fjølbroyttur bólkur, sum í stødd røkkur frá smáum einkyknaðum djórum til stór sløg av hvalspýggjum. Tað mesta djóraplanktonið er tó ymisk sløg av krabbadjórum, millum 1 mm og eini 3 cm til støddar.
Djóraplankton verður vanliga býtt í tveir høvuðsbólkar, ávikavist holoplankton og meroplankton.
Holoplankton
Holoplankton er tann størri bólkurin og umfatar djór, sum alt sítt lív eru plankton. Hetta er sostatt ein sera fjølbroyttur bólkur av djórum. Meginparturin av hesum planktoninum er ymisk sløg av krabbadjórum. Tann størsti bólkurin er kopepodar (Mynd).
Flestu kopepodar liva av plantuplankton og eru tí týdningarmikið bindilið millum gróður og tey hægru liðini í føðiketunum. Millum annað eru kopepodar týdningarmikil føði hjá fiskalarvum og -yngli, nebbasild, brislingi, hvítingsbróðri, umframt teimum ferðandi stovnunum av uppsjóvarfiski.
Kopepodar. Støddin er oftast 1-3 mm.
Ein annar bólkur av djóraæti, sum hevur stóran vistfrøðilian týdning, umfatar krill (Euphausiacea) og partvís eisini marflugur (Amphipoda). Hesi eru nakað størri enn kopepodarnir. Krill etur bæði plantuplankton og smærri djóraplankton. Marflugur eta smærri djóraplankton. Á okkara leiðum er krill týdningarmikil føði hjá m.a. svartkjafti, upsa og barduhvali.
Meroplankton
Meroplankton er planktonisk djór, sum bert ein part av sínum lívi er plankton. Botndjór, fiskar og onnur djór gýta síni egg ella lata sínar larvur í sjógvin og hesi eru í teirra fyrstu livitíð djóraplankton, inntil tey eru ment so mikið, at tey eru før fyri at svimja nóg væl ella setast á m.a. havbotnin. Av tí at flestu djór í havinum gýta um várið, er mest av meroplankton frá várinum og nakað út á summarið. Geografiskt er mest av meroplankton í firðum og sundum og á Landgrunninum. Á víðum havi er vanliga minni av meroplankton.
Eru lagað til umstøðurnar
Tær ymisku verurnar í sjónum eru væl lagaðar til, nær og hvar teirra føði plagar at vera í sjónum. Tá gróðurin av plantuæti kemur í sjógvin um várið, fær djóraplankton, sum livir av plantuæti, føði og byrjar at gýta. Eisini gýta flestu botndjór um várið. Bæði holo– og meroplankton fáa sostatt føði frá plantuplankton um várið og út á summarið og kunnu vaksa og mennast. Hetta ger aftur, at størri djóraplankton eisini fáa ta føði, sum teimum tørvar.
Á Landgrunninum og á víðum havi
Á Landgrunninum
Samansetingin av djóraplankton á Landgrunninum er nakað øðrvísi enn úti á opnu havleiðunum. Fleiri sløg eru, sum bert halda til á Landgrunninum og sum ikki ella bert í heilt lítlan mun eru á opnu havleiðunum. Talan er bæði um holoplankton (er plankton alt lívið) og meroplankton (er plankton ein part av teirra lívi). Harumframt eru sløg, sum reka inn á Landgrunnin og blandast við landgrunssløgunum.
Av holoplankton eru tvey sløg av landgrunskopepodum serliga vanlig. Hesi eru ávikavist Acartia longiremis og Temora longicornis. Flestu ár eru tað hesi bæði sløgini, sum eru í størst nøgdum, serliga tá tað líðir út á summarið og seint á sumri. Av sløgum, sum reka inn uttanífrá, kunnu nevnast reyðæti (Calanus finmarchicus), Oithona og Pseudocalanus (Grafur). Tey kunnu eisini nørast og vaksa inni á Landgrunninum og gerast sostatt ein partur av planktonsamfelagnum har.
Gýting og tilgongd av kopepodum á Landgrunninum fylgir neyvt gróðrarmynstrinum hjá plantuplankton. Tá várgróðurin byrjar, fáa kopepodarnir føði og gýtingin økist. Meira av plantuplankton er, tess fleiri egg gýta kopepodarnir. Nøgdin av eggum, sum kvenndjórini gýta, kann liggja úr 0 og heilt upp í eini 100 egg/dag, men oftast gýta tey millum eini 5 og 30 egg/dag. Hetta heldur á inntil tær eru útbrendar og doyggja. Avkomið etur eisini plantuæti og alt eftir sjóvarhita og hvat slag av kopepodum, talan er um, tekur tað eini 4-7 vikur at vaksa og búnast til vaksið djór. Fleiri av sløgunum kunnu gera 2-3 generatiónir um árið. Men sum tað sæst á grafinum, so er tað mesta reyðætið frá einari generatión, sum er gýtt um várið.
Dømi um miðal tættleikar pr. mánaða (ovara mynd) og lutfall (niðara mynd) av kopepodum á Landgrunninum í tvey ár.
Meroplankton er fyri tað mesta larvur frá botndjórum. Eisini eru egg og larvur hjá fiski við í hesum bólki. Bæði botndjór og fiskar gýta oftast um várið og tí er mest av ymiskum meroplankton um várið og nakað út á summarið. Larvurnar hjá botndjórum liva uppi í sjónum í nakrar vikur, inntil tær eru búnar at fara niður á botn. Um várið kunnu vera sera nógvar gjarlarvur, men hesar eru oftast minkaðar nógv í tali, tá komið er út ímóti sumrinum. Eisini er vanligt við m.a. larvum frá krabbum, hummarum og rækjum, umframt nakað av larvum frá tvískeljum, tindadjórum og ormum.
Flestu fiskasløgini á Landgrunninum gýta eisini um várið. Nógv av hesum sløgunum gýta síni egg beinleiðis út í sjógvin og teirra egg og larvur verða síðan spjadd við rákinum á Landgrunninum. Tey eru sostatt plankton ta fyrstu tíðina, inntil tey eru før fyri at svimja nóg væl ímóti rákinum.
Nebbasildalarva og toskalarva saman fyri djóraplanplankton í apríl. Tey størstu eru reyðæti frá árinum fyri. Teir smáu bóltarnir eru egg undan reyðæti og tey tríkantaðu djórini ovaliga á myndini eru nýklaktir ungar frá reyðæti. Hesi eggini og ungarnir eru føði í passaligari stødd hjá fiskalarvum ta fyrstu tíðina.
Tað fyrstu tíðina eru fiskalarvurnar einans førar fyri at eta tað minsta djóraplanktonið, sum er egg og ungar frá kopepodum (Mynd). Fyri at fiskalarvur kunnu fáa nóg mikið av føði ta fyrstu tíðina, er tí neyðugt, at djóraplanktonið er byrjað at gýta, tá tær nýklæktu fiskalarvurnar eru í sjónum og sum víst er á omanfyri, er gróðurin fyritreyt fyri, at djóraplanktonið kann gýta. Hetta kann vera rættiliga ójavnt frá ári til annað. So hvørt sum fiskalarvurnar vaksa, eta tær størri og størri føði. Tíbetur vaksa kopepodarnir eisini, so um væl vil til og tey røttu sløgini av djóraæti eru í umhvørvinum, so økist støddin á føðini hjá fiskalarvunum so hvørt sum teimum tørvar størri og størri føði.
Miðal turrvekt av djóraæti á sumri í teimum ovastu 50 m á øllum støðum innan fyri 100 m botndýpi inn á Landgrunninum.
Á víðum havi
Djóraplanktonið á havleiðunum við Føroyar er fyri tað mesta tann bólkurin, sum verður nevndur kopepodar. Hetta eru smá krabbadjór, 1-3 mm til støddar. Nógv mest er av tí slagnum, sum verður nevnt reyðæti (Mynd 1).
Mynd 1. Reyðæti (Calanus finmarchicus). Støddin er um 2,5-3 mm.
Hetta slagið er í stórum nøgdum um alt Norðuratlantshavið og serliga eru tvey øki, har tað er í størst tættleika, ávikavist eitt vestara øki í Irmingerhavinum og Labradorhavinum og eitt eystara øki í Norðurhøvum (Mynd 2).
Mynd 2. Útbreiðsla av reyðæti í Norðuratlantshavi.
Reyðæti hevur stórar vertikalar ferðingar, sum eru tengdar at árstíðunum; Men um veturin er tað í dvala (diapausu) niðri á umleið 500-1500 metra dýpi. Á okkara havleiðum er heilt nógv í dýpinum í norðurhøvum, eystara økið á kortinum. Seint á vetri vakna tey og byrja sína ferð uppeftir (Mynd 3). Tá várgróðurin kemur, eru so gott sum øll djórini komin upp í teir ovast umleið 100 metrarnar av sjónum. Tey fáa nú føði frá gróðrinum og byrja at gýta. Hvussu nógv tey gýta, er nógv tengt at, hvussu nógv av plantuæti er í sjónum. Tá tey hava gýtt í eina tíð, doyggja tey. Avkomið veksur upp um várið og út á summarið. Tá komið er miðskeiðis á sumrið, eru hesi djórini næstan vaksin og tey flestu fara tá í vetrardvala niðri í dýpunum. Nøkur teirra eru tó eftir og kunnu gera eina nýggja generatión.
Mynd 3. Lívsringrás hjá reyðæti.
Reyðæti er feit og føðslurík føði, sum hevur alstóran týdning hjá millum annað uppsjóvarfiski. Serliga eru havleiðirnar norðan fyri Føroyar týdningarmikið fyri teir ferðandi uppsjóvarstovnarnar. Bæði sild, makrelur og svartkjaftur savnast í hesum økinum um várið og summarið fyri at eta. Sild og makrelur eta fyri tað mesta reyðæti, meðan svartkjaftur eisini hevur krill sum týdningarmikla føði.
Skiftandi havstreymar ávirka í stóran mun nøgdir og samanseting av djóraplankton í hesum føðiríka havøkinum. Í summi tíðarskeið er tann Eysturíslendski streymurin sterkur, og tá rekur nógv av einum størri slagi av kopepodum, í nevnist Calanus hyperboreus (saman við reyðæti), norðaneftir. Onnur tíðarskeið rekur minni av hesi góðu føðini norðaneftir. Í 1990-árunum og framm til 2002 rak nógv av hesum djóraplankton’inum inn í økið norðanífrá. Frá 2003 og til umleið 2018 var hetta rákið veikt og minni av djóraæti kom inn í økið norðanífrá. Men síðani er hetta rákið styrknað aftur og meira av djóraæti, sum hevur sín uppruna norðuri í køldum sjógvi, rak inn í okkara havøki.
Eisini annað djóraplankton kann vera í rættiliga stórum nøgdum í føroyskum havøki. Serliga kann nevnast krill ella ljóskrabbar (Mynd 4). Krill finnst á øllum teimum føroysku havleiðunum. Vanliga eru nøgdirnar væl minni inni við land enn úti á opnum havi, men viðhvørt kann tó henda, at stórar nøgdir reka inn í firðir og sund. Tað er størri enn kopepodar og tað vaksna djórið er umleið 2-4 cm til støddar, alt eftir hvat slagið er.
Mynd 4. Krill.
Vit viðmæla
Tíðindi
Sæð serliga hvalspýggju
07.11.2024
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …
Inga framløgu um djóraæti
13.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…
Minni av toskayngli í ár
15.08.2024
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…
Yngul- og ætikanningar 2023
03.07.2023
Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…
Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað
13.06.2023
Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…
Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild
10.05.2022
Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…
Viðkomandi verkætlanir
COPS – Dynamics of Calanus species linked to Oceanographic processes, Predators and carbon Sequestration
Ætlanin er, at fáa betur greiði á nøgdum og samanseting av djóraæti eystan-, vestan-, og sunnan fyri Føroyar frá 1993 til 2023. Við at samantvinna vitanina frá hesi 30-ára longu tíðarseriu av djóraæti við havkanningar, fæst størri vitan um, hvussu havfrøði ávirkar djóraætið um okkara leiðir. Eisini verður kannað, hvussu skiftandi nøgdir og samanseting av djóraæti ávirka svartkjaft og hvítningsbróðir. Harafturat verður kannað, hvussu reyðæti spjaðist, tá tað er rikið út úr Bankarennuni sunnan fyri Føroyar, og hvat ið hendir við hesum reyðætinum. Spurningar viðvíkjandi hesum eru m.a. um hetta reyðætið doyr ella um tað megnar at gýta komandi vár.
Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju
Niðurstøða