{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Stóri súgfiskur

Liparis liparis liparis

Stóri súgfiskur er lítil, bøllutur fiskur, minnir um hvalspýggju at føla, skræðan tykist leys og flytur seg undan, tá nortið verður við hann. Hægstur er hann um bulin. Hann hevur runda, stutta gron, eina ryggfjøður og eina gotfjøður og stórar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru umskapaðar til ein súgvikopp undir búkinum, og hann er munandi størri enn eygnatvørmátið. Hann hevur lítlan stert. Hann hevur tvinnar nasagluggar, teir fremru eru upp-og útbendir. Hann hevur smá táknaop. Gotið er nærri súgvikoppinum enn gotfjøðurini. Vaksnir fiskar síggjast sjáldan, helst tí teir halda seg mest niðri millum grótið á botni. Súgfiskar súgva seg ofta fastar á botn og benda stertin fram við aðrari síðuni.

Útbreiðsla

Stóri súgfiskur er undir Føroyum og Íslandi, við Svalbarð, í Hvítahavinum, Karahavinum og við Frants Jósefsland. Suður við norsku strondini, í Skagerrak, í Eystarasalti, í Norðsjónum og runt Bretsku Oyggjarnar.

Stødd

Stóri súgfiskur verður upp í 15 cm langur.

Dýpi

Hann er úr vatnskorpuni niður á 300 metra dýpi, djúpast er hann norðast í útbreiðsluøkinum.

Litur

Hann hevur ógvuliga skiftandi litir. Teir, ið eru fingnir á okkara leiðum, hava verið ljósagráir og gjøgnumskygdir við einum farra av ljósareyðum yvir sær. Annars viðhvørt oliven- ella ljósabrúnligir ella gulir við hvítum langstrípum. Hann hevur ljóst royggj.

Eyðkenni

Hann er kvapsutur og bleytur. Gotfjøðurin og ryggfjøðurin eru samanvaksnar við stertin við einum skræðulepa, mótsett lítla súgfiski. Hann hevur tvinnar nasagluggar.

Týdningur

Stóri súgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Stóri súgfiskur
Lat:Liparis liparis liparis
Dan:Finnebræmmet ringbug, Ringbug
Eng:Striped seasnail
Fin:Imukala
Fra:Limace barrée
Ísl:Stóri sogfiskur
Ned:Slakdolf
Nor:Vanlig ringbuk
Pol:Dennik
Rus:Evropejskij liparis
Sve:Ringbuk
Týs:Großer Scheibenbauch

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira