
Smáskrubbuta langasporl
Malacocephalus laevis
Smáskrubbuta langasporl hevur stuttan, tjúkkan bul, mjækkar aftur eftir sporlinum og endar í einum spíssi. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, fremra er høg og stutt, tríkantað. Aftara er sera lág, fremst er tað akkurát so, at hon sæst. Fremra ryggfjøður røkkur niðurløgd aftur á aftaru ryggfjøður. Gotið er mitt undir fremru ryggfjøður og er við aftara enda á tí dimma, roðsluleysa blettinum undir búkinum. Gotfjøðurin byrjar beint aftan fyri gotið og gongur heilt út í spíss á sporlsendanum, har hon rennur saman við ryggfjøðurini. Uggafjaðrarnar eru umleið eins langar og fremra ryggfjøður. Tað hevur stuttar búkfjaðrar. Strikan er mest sum bein, ein lítil bogi uppá yvir uggafjaðrunum. Høvdið er stórt. Tað hevur stutta gron, styttri enn eygnatvørmátið. Kjaftklovin kemur næstan til afturkant á eyganum. Smáskrubbutur fiskur, hevur fleiri smáar naddar á hvørji roðslu, kennist sum grovt sandpappír. Roðsla er javnt um alt høvdið, eisini á undirkjaftinum og undir lippuni. Tað hevur finnu.
Útbreiðsla
Smáskrubbuta langasporl er í Atlantshavinum av Íslandsrygginum til Suðurafrika, fram við hellingunum og á víðum havi. Eisini í Karibiahavinum. Í Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Stødd
Tað verður í mesta lagi upp ímóti 60 cm langt.
Dýpi
Tað er úr 200 m niður á 1000 m, mest millum 300 m og 750 m.
Litur
Tað er grábrúnt um kroppin, eitt lítið viólblátt silvurskin er á síðunum. Tað er svart ella myrkabrúnt um kápuna. Ryggfjaðrarnar og gotfjøðurin eru gráligar. Makaðu fjaðrarnar svartar/dimmar. Tað er hvítt inni í kjaftinum. Millum búkfjaðrarnar er ein lítil, svartur blettur.
Eyðkenni
Tann stutta gronin og tað langa og mjáa sporlið. Minnir um slætta langasporl, men er slættari at føla. Hevur ikki ‘kjøl’ ella ‘beinkamb’ undir eygunum ella mitt eftir gronini. Tað hevur dimman, roðsluleysan blett undir búkinum. Tað er ikki smátent framman á fremru ryggfjøður.
Týdningur
Smáskrubbuta langasporl hevur lítlan vinnuligan týdning, onkustaðni verður tað brúkt til fiskamjøl.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Smáskrubbuta langasporl |
Lat: | Malacocephalus laevis |
Dan: | Småskællet skolæst |
Eng: | Softhead grenadier |
Fra: | Grenadier barbu |
Ísl: | Silfurhali |
No: | Smáskjellet skolest |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…