Slætthøvd
Alepocephalus bairdii
Slætthøvd er rundvaksin, hyldligur fiskur, nakað breiður eftir hæddini. Tað hevur eina lága ryggfjøður aftur móti klingruni. Tað hevur eina gotfjøður beint undir og eitt vet aftari enn ryggfjøðurin. Sterturin er rættiliga nógv sýldur. Tað hevur smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar. Høvdið er langt, gronin er kubbut og sneidd, og tað hevur rættiliga stór eygu. Kennist vatnut, kleimið. Tað hevur stóra og leysa roðslu, 63-67 roðslur eru eftir tí beinu strikuni. Kápan er rættiliga long og endar niðast í einum skørpum horni. Tað hevur smáar tenn, og kjafturin kemur aftur um eygað.
Útbreiðsla
Slætthøvd er vestan fyri Føroyar, suður um Ísland í Grønlandsfjørð. Undan Føroyum suður til Porcupinebankan. Einstakir sløðast longur suðuri, til Móritania. Í vestara parti av Atlantshavinum er tað frá Labrador til Florida.
Stødd
Slætthøvd verður upp í umleið 100 cm langt.
Dýpi
Tað er á djúpum vatni, vanliga millum 700 m og 1000 m, men er tó uppi á 300 m og eisini niðri á 1700 m dýpi.
Litur
Tað er javnt myrkabrúnt-blásvart um allan kroppin. Dimmblátt í kjaftinum og táknaholunum.
Eyðkenni
Kjaftlongdin. Roðslan kemur nakað inn á bæði ryggfjøður og gotfjøður. Roðslutalið eftir strikuni, gronin, liturin og skapið.
Týdningur
Slætthøvd hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Glámur, Slætthøvd |
Lat: | Alepocephalus bairdii |
Dan: | Baird’s glathovedfisk |
Eng: | Bairds smoothhead |
Fra: | Mulet noir |
Ísl: | Gjølnir |
Por: | Celindra |
Spa: | Alepocefalo |
Týs: | Glattkopf |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í…