{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Ulka

Myoxocephalus scorpius

Allar fjaðrarnar á ulku eru stórar uttan búkfjaðrarnar. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Sterturin er nakað rundaður aftan. Tjúkkastur er fiskurin fremst um bulin, síðan smalkar hann javnt aftur til stertin, har hann er rættiliga klænur. Høvdið er stórt og breitt. ‘Kjalir’ eru eftir nakkanum aftur frá eygunum. 3-4 píkar eru á kápuni hvørjumegin, tann ovasti er størstur og vísir upp aftureftir, og ein minni píkur er niðastur. Strikan er sløtt, men bæði undir og yvir er píkarað við smáum píkum. Eyguni eru miðalstór, og framman fyri tey eru tveir píkar, og aftan fyri eru eisini tveir. Kjafturin er stórur.

Útbreiðsla

Ulka er vanligur fiskur undir Føroyum. Er annars úr Biskeiavíkini til Íslands, Eysturgrønlands og Jan Mayen. Hon er í Eystarasalti, Norðsjónum og norður til Norðurnoregs, er eisini í syðra parti av Barentshavinum, við Svalbarð, í Hvítahavinum og Karahavinum. Vestanfyri er hon um alt Vesturgrønland, í Hudsonflógvanum og Davisfirði suður til New Jersey.

Stødd

Undir Føroyum verða kvennfiskarnir neyvan longri enn 32 cm, kallfiskarnir nakað styttri, vanlig stødd er um 15-25 cm. Undir Íslandi 40 cm, og norðari verða tær upp í 90 cm langar.

Dýpi

Hon er úr fjøruni og út á 250 metrar. Vanligast er ulkan á harðbotninum og í taraskóginum á grunnum vatni. Hon er onkuntíð fingin úti á landgrunninum.

Litur

Ulka er brún, gulbrún við blettum og flekkum um síðurnar og undir búkinum, skiftandi litir, onkuntíð við veikum, grønligum farra. Oman fyri uggafjaðrarnar eru viðhvørt myrkar flekkur og hvítir blettir. Undir búkinum hava kvennfiskar appilsingulan ella gulligan lit, og kallfiskarnir eru reyðari, kirsuberjalittir. Bæði kynini hava hvítligar blettir.

Eyðkenni

Strikan er sløtt, ryggfjaðrarnar eru tætt saman, og eingir píkar røkka aftur um kápuna.

Týdningur

Ulka hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Ulka, Kluftarpill, Klunta, Krutt
Lat:Myoxocephalus scorpius, Acanthocottus scorpius
Can:Chaboisseau de mer commun
Dan:Ulk
Eng:Shorthorn sculpin, Bull rout, European sculpin, Father Lasher, Short spined sea scorpion
Fin:Isosimppu, Piikkisimppu
Fra:Scorpion de mer, Sculpiu
Grø:Kaniok, Kanajoq
Ísl:Marhnútur
Ita:Scazzone scorpione
Jap:Kajika rui
Ned:Zeedonderpad, Botskop
Nor:Ulke, Fissump, Frusk, Mareulk, Marulk, Pelekunter
Pol:Kur
Por:Charrôco, Peixe sapo
Sve:Røtsimpa, Ulk
Týs:Seeskorpion (Gemeiner), Groppe
USA:Shorthorn sculpin

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira