{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Havtaska

Lophius piscatorius

Havtaska hevur stórt, breitt og flatt høvd, við stórum og breiðum kjafti. Sporlið er nakað flatt fremst og meira rundligt aftari. Tveir stórir beinnaddar eru aftanvert eyguni. Tríggjar høgar stengur eru á bakinum, tann fremsta er heilt fram móti gronini. Henda stongin hevur ein skræðulepa við ljósgagni á toppinum, og hann verður brúktur at lokka fong til sín. Onnur stongin er beint aftan fyri hesa stongina. Triðja stongin er á nakkanum. Mitt á bakinum millum uggafjaðrarnar er ein lítil fjøður við 3-4 teinum, og hetta alt er fremsta ryggfjøðurin. Aftara ryggfjøðurin er oman á sporlinum, og ein gotfjøður undir. Tær eru umleið eins til støddar. Sterturin er lítil, tykist samanfallin og trevsutur. Hon hevur stórar uggafjaðrar, ið sita frammanvert miðjuna. Búkfjaðrarnar eru smáar og eru tætt saman. Tær sita mitt undir øsinum og venda nakað ímóti síðunum og minna um føtur. Tenninar eru nógvar, óregluligar, væl atskildar, langar og klænar, spískar og hvassar, afturábendar. Tær eru ójavnar í stødd, og í undirkjaftinum í mest sum tveimum røðum. Hon hevur smá eygu, sum sita nakað tætt saman. Roðsla er eingin. Táknaopini eru smá, eitt hvørjumegin aftan fyri og mest sum undir uggafjaðrunum. Fram við síðunum allan vegin runt kroppin eru smáir, trevsukendir skræðulepar.

Útbreiðsla

Havtaska er vanlig undir Føroyum, á landgrunninum og bankunum bæði eystanfyri og vestanfyri, í Barentshavinum í útsynningspartinum, fram við norsku strondini til Norðsjógvin og í donskum sjógvi, sjáldan inn í Eystarasalt. Hon er undir Íslandi og runt Bretsku oyggjarnar, suður til Gibraltar og nakað suður við Vesturafrika. Eisini í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum er havtaska.

Longdarbýti í føroysku veiðuni
Aldursbýti í føroysku veiðuni

Stødd

Havtaska verður næstan 200 cm long, vanliga millum 35 cm og 120 cm.

Dýpi

Hon er úr vatnskorpuni og fjøruni, niður á 1800 metra dýpi, møguliga enn djúpari. Um okkara leiðir er helst mest til av henni millum 100 og 700 metra dýpi. Hon er bæði við botnin og uppi í sjónum, eisini uppi í sjónum á víðum havi.

Litur

Hon er nakað broytilig eftir umstøðunum, men vanliga er hon einlitt brún og sprøklut, dimmari ella ljósari, viðhvørt við reydligum farra. Gráhvít er hon undir búkinum. Royggið er gráhvítt.

Eyðkenni

Stóra høvdið, stóri kjafturin og ørgrynni av hvøssum tonnum. Lokkiagnið á stongini fremst á gronini. Gráhvíta royggið.

Týdningur

Havtaska er dýrur fiskur og verður nógv veidd.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Havtaska
Lat:Lophius piscatorius
Azo:Tamboril
Dan:Havtaske, Bredflab
Eng:Monkfish, Abbot, Allmouth, Angler, Anglerfish, Fishing frog, Frogfish, Goosefish, Great plucker, Kathie, Kethock, Maisgoom, Masgrim, Monk, Mourie lyan, Mulrein, Oof, Sea Devil
Fin:Merikrotti
Fra:Baudroie commun, Ange, Baudreuil, Beustecop, Bondreuil, Boudreuil, Boudroi, Boultoz, Budicu, Buldroi, Diable, Galanga, Glou, Lotte, Madeleine, Marguerite, Marmoraine, Marmouline, Maromorgan, Rape, Saillot, Seillot, Seio, Seo, Tambolina, Vaudreuil
Gri:Vatrochopsáro, Sclepou
Ísl:Skøtuselur, Kjaftagelga, Kjaftagelgja
Ita:Rospo de Mar, Boldrò, Budego, Martino, Rana pescatrice
Jap:Anko, Anakou
Ned:Hozenmond, Zeeduivel
Nor:Breiflab, Breikjeft, Havtaske, Marulk
Pol:Nawéd
Por:Tamboril, Peixe sapo, Tamboril branco
Rus:Morskoj cort
Spa:Rape blanco, Rana pescadora, Rape, Sapo, Xuliana
Sve:Marulk, Havspadda, Havulk
Týs:Seeteufel, Angler, Froschfisch
USA:Monkfish, Goosefish

Viðkomandi tíðindi

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Havtaska ferðast millum gýtingarøki og føðiøki

07.11.2013

Ljós og dagslongd avgera, nær havtaskan byrjar at ferðast til gýtingarøki á djúpum vatni um heystið og til grynri føðiøki um várið. Hetta er úr Sjóvar…

Norsk havtaska fiskað við Føroyar

01.09.2011

Góð 4 ár eftir at ein „norsk“ havtaska varð merkt á einum firði í Vesturnoregi, endaði hon í einum garni norðan fyri Føroyar. Ein teinur upp á 400 fjó…

Havtaska ferðast helst við havstreyminum

01.09.2010

Eftir útsjóndini at døma, ímynda vit okkum helst, at havtaska stórt sæð liggur still á botni og bíðar eftir at ein „góður biti“ skal svimja fram við. …

Havtaskan sveimar millum lond við streyminum

01.09.2007

Havtaska er rættiliga staðbundin fiskur. Sum heild svimur hon ikki serliga langt. Tað hendir tó, at havtaskur ferðast líka úr Hetlandi til Íslands og …

Liturin ger ongan mun

01.09.2007

Tað ger eftir øllum at døma ongan mun, hvønn lit reiðskapurin hevur, tá ið tú fiskar havtasku við gørnum. Hetta er úr Sjóvarmál 2007, les víðari her. …

Havtaska – fiskiskapur og lívfrøði

01.09.2003

Fyribils hagtøl vísa, at 2003 eisini verður eitt ár við høgum landingum av havtasku, heili 2300 tons. Meginparturin av havtaskuveiðuni stavar frá garn…