{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Murrikrutt

Triglops murrayi

Murrikrutt er klænri fiskur enn fleiri onnur krutt. Tað hevur klæna klingru. Tvær naddaklæddar strikur eru, niðara er mitt eftir síðuni og ovara millum hesa strikuna og ryggfjaðrarnar. Niðara strikan bogar eitt sindur niður yvir uggafjøðurina, og á henni eru 46-48 roðslur. Síðan undir niðaru strikuni er sett við tøttum, skáksettum beinplátum, í faldum við týðiligum og skørpum kantum. Murrikrutt hevur tvær ryggfjaðrar, ið standa tætt saman, tann fremra er minni, men hægri. Aftara er long og heldur lág. Tað hevur eina gotfjøður á stødd sum aftara ryggfjøður. Niðastu teinarnir í uggafjaðrunum eru berir. Tað hevur smáar búkfjaðrar. Sterturin er miðalstórur og er nakað útbogin aftan. Gronin er styttri enn eygnatvørmátið. Tveir píkar eru á gronini og fýra smáir á kápuni, men ongin á skallanum. Høvuðlongdin er umleið 25-27% av standardlongdini. Kallfiskarnir hava stóra sinu.

Útbreiðsla

Murrikrutt er rættiliga vanligt á landgrunninum og Føroyabanka. Í Vestururgrønlandi, undir Íslandi, við Hetland til Útnyrðingsskotlands. Í Skagerrak (sjáldan), norður í Barentshavið eystur á 47°E. Vestanfyri frá Cape Cod til Ungava Bay.

Stødd

Undir Føroyum verður murrikrutt ikki nógv longri enn 13 cm, men norðari kann tað verða upp í 20 cm.

Dýpi

Undir Føroyum er murrikruttið fingið á sandbotni millum 57 og góðar 200 metrar. Aðrastaðni á heilt grunnum vatni, 7 metrum, niður á 300 m, og eisini niður á 445 m.

Litur

Murrikrutt er brúnligt við 4 týðiligum, men óregluligum, dimmum tvørbondum um nakkan og bakið, niður til strikuna. Undir strikuni eru bert einstakir blettir. Tvey-trý dimm blettabond eru á uggafjaðrunum og ryggfjaðrunum, og á stertinum eru trý. Kallfiskar hava ein blett aftast á fremru ryggfjøður. Bletturin er oftast svartur við hvítum innast. Undir búkinum er tað ljóst (silvurlitt) við smáum, dimmum prikkum ovast.

Eyðkenni

Murrikrutt er einasta krutt, ið hevur beinplátur undir strikuni.

Týdningur

Tað hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Murrikrutt
Lat:Triglops murrayi
Can:Faux-trigle armé, Faix trigle maille
Dan:Murrays knurulk
Eng:Moustache sculpin, Mailed sculpin
Fin:Pingelin simppu
Fra:Chabot arctiqe
Ísl:þrømmungur
Nor:Knurrulke Nordlig-
Pol:Pingel
Rus:Atlantichesky triglops, Ostronosyj triglops
Sve:Simpknot
USA:Moustache sculpin

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira