
Um Havstovuna
Á síðuni:
Havstovan er óheftur ráðgevandi stovnur undir Fiskimálaráðnum.
Havstovan granskar føroyska havumhvørvið og tað, sum í tí livir, ráðgevur myndugleikunum um burðardygga gagnnýtslu av fiskastovnum, savnar hagtøl frá kanningum gjørdar í samstarvi við vinnuna ella umborð á rannsóknarskipi, luttekur í altjóða samstarvi, m.a. í ICES og kunnar um granskingarúrslit.
Virksemið á Havstovuni fevnir ítøkiliga um stovnsmetingar av føroysku botnfiskastovnunum, uppsjóvarfiski í samstarvi við strandarlond, umframt fiskastovnar, har føroysk áhugamál eru.
Somuleiðis ger Havstovan kanningar av havumhvørvinum og øllum teimum viðurskiftum, sum økja um vitanina um tað, sum ávirkar fiskatilfeingið. Hetta eru m.a. havfrøðiligar mátingar av fysiskum og kemiskum viðurskiftum í havinum, herundir botnuppmáting, streymmáting, seismikkur og annað í hesum sambandi.
Allar kanningar, sum havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger, geva ískoyti til vitanina um havumhvørvið.
Havstovan virkar fyri burðardyggari umsiting av fiskastovnunum og vistskipanum, við tí endamáli at tryggja Føroyum varandi inntøkur frá fiskatilfeinginum.
Leys størv

Kalendari
Tiltøk, rannsóknartúrar og annað, sum Havstovan og Jákup Sverri standa fyri.
Her er Havstovan
Javnstøðuætlan

Javnstøðuætlanin hjá Havstovuni leggur fram høvuðstættir, mál og átøk til frama fyri javnstøðu millum kynini.
Endamálið við ætlanini er at fáa javna luttøku av kvinnum og monnum í mun til arbeiðslívið á Havstovuni. Hetta inniber átøk til frama fyri javna umboðan av kvinnum og monnum, átøk ímóti vansum vegna kyn, javnbjóðis treytir í mun til starvsmøguleikar og átøk fyri at skapa samljóð millum familju- og arbeiðslív hjá starvsfólkunum á Havstovuni. Úrslitini frá dátuinnsavningini, málini og átøkini skulu vera liður í áhaldandi arbeiðinum hjá Havstovuni at skapa javnstøðu og margfeldi á okkara stovni.

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Lýsing eftir goymsluhøli
04.11.2024
Havstovan leitar eftir goymsluhølum til prøvar. Hølini skulu brúkast til fjargoymslu av ymsum lívfrøðiligum og evnafrøðiligar prøvum, sum Havstovan he…

Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun
24.10.2024
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur …

Børn og Havstovan á Sjómannadegnum
19.08.2024
Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskik…

Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni
02.07.2024
Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaði…

Havstovan nýggja heimasíðu
04.06.2024
Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eit…

Vitjan úr Íslandi
04.06.2024
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um …

Skúlaflokkar vitja Havstovuna
08.05.2024
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu …

Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
05.02.2024
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt f…