{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið.

Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum vann lutakastið.

Merkti fiskurin var ein toskur, 72 cm, sum varð merktur 15. oktober 2018 norðan fyri Føroyar. Fiskurin var fiskaður 19. desember 2018 norðan fyri Føroyar av línubátinum ”Kallanes”. Fiskurin var latin inn til Havstovuna 04. mai 2023.

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Sólvá Eliasen tók tann vinnandi seðilin og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram.

Havstovan takkar øllum, sum hava sent fiskamerki inn hetta seinasta árið, og ynskir virkinum til lukku við vinninginum.

Viðkomandi tíðindi

  • Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

    Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…

    Les meira

  • Lutakastið verður 19. desember

    Lutakast um 12.500,- kr millum innsend fiskamerkir verður týsdagin 19. desember kl. 11:00 á Havstovuni í Nóatúni 1 í Havn. Viðkomandi tíðindi

    Les meira

  • Springari á Kappanum

    Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í…

    Les meira

  • Lutakast um 12500 kr

    Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12500 kr., er 24. novembur. Viðkomandi tíðindi

    Les meira