{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gjørdar úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri stendur eitt vevkamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Eitt kamera vísir eisini lundan, sum situr í lundalandinum, har einar 50 holur eru. Beinleiðis stroyming úr reiðrunum og lundalandinum í Byrgisbakka sæst við at trýsta her. (Set myndagóðskuna á HD).

Tað komu fáar pisur undan tey fyrstu árini. Í 2010 og 2011 rýmdu lundarnir frá eggunum, so ongin pisa kom út. Í 2012 komu 6 pisur út, men 5 av teimum doyðu, tá ið tær vóru nakrar fáar dagar gamlar, so bert tann eina varð floygd. Í 2013 komu 4 pisur út og ein bleiv floygd. Síðani 2014 hevur gingist betur og fleiri pisur eru floygdar.

Í 2020 vurpu 12 lundar og allar 12 pisurnar blivu floygdar. Í 2021 vurpu eisini 12 lundar, men tað gekk ikki eins væl og árið fyri. Í trimum reiðrum kom ongin pisa út, ein pisa doyði, meðan 8 blivu floygdar. Í summar vurpu 13 lundar og allar 13 pisurnar eru framvegis á lívi. Tað verður spennandi at fylgja við, hvussu tær fara at klára tað. Føðin hevur verið sera smáur yngul, um 5 cm, serliga nebbasildayngul og hvítingsbróðiryngul.

Tað hevur verið sera ymiskt, hvussu nógvur lundi hevur sitið í bakkanum. Teir flestu dagarnar hevur ongin sitið, men so hava dagar verið, har nógvur lundi hevur sitið, serliga út á kvøldið og heilt til tað skýmdi.